Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS

Søguligur dagur á Setrinum

Fyrstu námsfrøðingarnir og lærarnir hava fingið bachelor og yrkisprógv eftir nýggju útbúgvingarskipanini
16.06.2012Janus Jensen
29 nýklaktir námsfrøðingar29 nýklaktir námsfrøðingar
30 nýklaktir lærarar30 nýklaktir lærarar

Fríggjadagin 15. juni handaði Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, teimum nýútbúnu lærarunum og námsfrøðingunum prógv. Hesi eru tey fyrstu, sum sum eru útbúgvin eftir nýggju skipanini fyri lærara- og námsfrøðingaútbúgvingarnar á Setrinum. 59 lesandi fingu prógv, 30 lærarar og 29 námsfrøðingar 

Tá ið tey byrjaðu lesnaðin á Frælsinum fyri fýra árum síðani, um hálvan august í 2008, vóru tey 94 í tali, 48 læraralesandi og 46 námsfrøðingalesandi. Av teimum 94, sum byrjaði í 2008, eru 12 givin við lestrinum, meðan 23  eru seinkað vegna farloyvi og annað, hesi eru í skipanini og verða væntandi liðug seinni.

Áhugin fyri lærara- og námsfrøðingaútbúgvingunum hevur verið støðugur hesi fýra árini, síðan nýggja skipanin varð sett í verk. Talið av umsøkjarum til hesar útbúgvingarnar hevur á hvørjum ári ligið millum 150 og 160, og av hesum eru millum 50 og 55 % upptikin, t.e. uml. helvtin á hvørjum ári. Samlaða talið av lesandi á Læraraskúlanum er í løtuni uml. 300.

Seinastu tiðindi

03.05.2013
HerMix sildaverkætlanin liðug
Sjey granskingarstovnar og vinnufyritøkur í Íslandi, Føroyum, Noregi og Danmark tóku seg saman fyri...
02.05.2013
Gestafyrilestrar um menniskjaheilan og kúlubøkuna
Í samband við próvhoyring av fyrsta masterstudentinum nakrantíð í lívfrøði á NVD, fer NVD at skipa...
01.05.2013
Spurnakanning um málmenning hjá føroyskum børnum
Fyrst í juni mánað verður spurnakanning send til foreldur, sum eiga børn í aldrinum 8- 36 mánaðir....
29.04.2013
ISLEX – ein ókeypis norðurlendsk orðabók á netinum
Tað liggur ein ókeypis norðurlendsk orðabók á netinum – ein orðabók úr íslendskum inn í danskt,...
27.04.2013
Hjallurin á sjónum
- "Nei, altso, tað verður lagt øðiliga stóran dent á, at mann ikki selur tað, sum mann gramsar". –...
Fleiri tiðindi...
Vísir 21 til 30 av 892
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult