Fróðskaparsetur Føroya
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
Leys størv
Studentaumboð til stýrið er valt
02.12.2011
Mikudagin 30. november 2011 varð skipað fyri vali av studentaumboði til stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya. 97 lesandi greiddu atkvøðu, og hetta svarar til eina valluttøku á 18,5 prosent.
Valúrslitið gjørdist:
40 atkvøður Sunnivá Klæmintsdóttir Olsen
18 atkvøður Teitur Vágadal
15 atkvøður Rósely Reynstind
9 atkvøður Elisabeth Steinberg
7 atkvøður Tórir Mikkelsen
6 atkvøður Petra Eystberg
2 atkvøður Blankt
97 atkvøður Tilsamans
Sostatt er Sunnivá Klæmintsdóttir Olsen vald stýrislimur við 40 atkvøðum, og Teitur Vágadal er tiltakslimur við 18 atkvøðum.
