Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS

Tann føroyski rættstavarin - ein ókeypis tænasta til brúkaran

Fyrst í 1990-árunum kom tann føroyski rættstavarin út á fyrsta sinni. Nú er hann dagførdur og tøkur hjá øllum áhugaðum.
Tann føroyski rættstavarin - ein ókeypis tænasta til brúkaran

Samstundis sum teldan gjørdist hvørsmansogn, vaks tørvurin á teldutøkum hjálpartólum. Fyrst í 1990-árunum kom tann føroyski rættstavarin út á fyrsta sinni. Tað var tann táverandi Teldudeildin á Fróðskaparsetri Føroya, sum stóð fyri arbeiðinum. Upprunaliga varð hann gjørdur til tað tá nógv nýtta tekstviðgerðarforritið WordPerfect. Seinni varð orðalistin víðkaður, og hann varð atlagaður til at kunna nýtast til Word.

Tað var eitt stórt forarbeiði, ið skuldi gerast, áðrenn rættstavarin kundi gerast veruleiki. Fyrst var at fáa fatur í føroyskum teksti, og tað gekst rímiliga væl. Neyðugt var at hava ymisk tekstasløg umboðað í tekstasavninum, t.d. tíðindatekstir, bókmentatekstir og yrkistekstir. Prentsmiðjur,  fjølmiðlar og forløg vóru beinasom og lótu verkætlanini teldutøkar tekstir. Men tað var drúgført arbeiði, tí at fyrst skuldu loyvi fáast frá hvørjum einstøkum høvundi, og teir vóru nógvir. Eisini her var stór vælvild. Tá ið so loyvini vórðu fingin og tekstirnir fingnir til vega, máttu teir rættlesast. Og tað var eisini stórarbeiði. Har máttu nógvir og dugnaligir rættlesarar fara ígjøgnum alla hesa stóru tekstmongdina, og tað var ikki løtuverk. Tí skal rættstavarin gera gagn, má hann vera væl og vandaliga rættlisin, og til tað arbeiðið fingu vit teir bestu rættlesararnar í landinum. Hetta arbeiðið fór fram umleið 1990, og í ’91 og ’92 komu so teir fyrstu føroysku rættstavararnir á marknaðin.

Nýggj verkætlan í 2010

Tann tøkniliga menningin gongur skjótt, og sum frá leið gjørdist greitt, at hesin rættstavarin ikki kundi nýtast til tey nýggju forritini. Tí var stórur tørvur á einum føroyskum rættskrivingaramboði til tær nýggju telduskipanirnar. Tørvurin var stórur allastaðni í samfelagnum, hjá skúlaungdómi, lesandi, á almennum og privatum skrivstovum o.s.fr. Tað endaði so við, at ein bólkur av mál- og teldufrøðingum við tilknýti til Fróðskaparsetur Føroya fór undir eina verkætlan við tí endamáli at menna ein ókeypis almennan rættstavara til føroyskt. Tað var í 2010.

Fyrsta stigið í verkætlanini var at gera tann verandi rættstavaran til Office 2000-2007 ókeypis. Síðani eru útgávur gjørdar til onnur forrit, og nú finst hann til forritini LibreOffice/OpenOffice, Firefox-kagan og Thunderbird-teldupostforritið. Harumframt er ein útgáva til Mac-teldur, sum ger tað møguligt at brúka rættstavaran  í nógvum av teimum forritum, sum fylgja við Mac.
    
Vinningurin av hesi verkætlan er, at skúlaverk og almenningur ikki longur hvør í sínum lagi skulu brúka pengar til at útvega sær hesi rættskrivingaramboð, men fáa tey ókeypis til allar teldur. Málsliga er eisini nógv vunnið. Føroyskt fær sjónliga og natúrliga støðu, sum eitt móðurmál eigur at hava. Granskingarliga og málrøktarliga fáa vit eitt hent amboð, og peningaliga er nógv at spara.

Tak stavaran niður her:

Stavarin

Samband
Jógvan í Lon Jacobsen

Seinastu tiðindi

16.05.2013
Setursdagurin 2013
Fróðskaparsetrið fyllir 48 ár 20. mai 2013. Í tí sambandi skipar Setrið fyri almennum fyrilestrum í...
15.05.2013
Gott kjak um planlegging
Planleggin má til og útgangsstøðið er, at vit vita hvagar leiðin gongur. Tað var ein av...
15.05.2013
Ráðstevna um lívfrøðiligt margfeldi og burðardygga lendisnýtslu
Fróðskaparsetur Føroya, Søvn Landsins Náttúrugripasavnið og Búnaðarstovan skipa fyri ráðstevnu um...
14.05.2013
Seturskjak - “Planlegging – fyri hvønn og hví?"
Í kvøld týskvøldið 14. mai kl. 19.30 bjóðar Fróðskaparsetur Føroya til Seturskjak á Østrøm við...
13.05.2013
Ólavur Christiansen settur sum skrivari fyri Búskaparráðið
Fróðskaparsetrið hevur átikið sær uppgávuna at veita búskaparfrøðiligu skrivaratænastuna fyri...
Fleiri tiðindi...
Vísir 1 til 10 av 892
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult