Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapRSS

Teldlar verða ov lítið brúktir í undirvísingini

Hetta er ein av niðurstøðunum í kanningini, sum Erla Olsen og Vár í Ólavsstovu leggja fram hósdagin
Teldilin verður nýttur í undirvísingini, men ov lítið í mun til teir møguleikar, sum hann gevurTeldilin verður nýttur í undirvísingini, men ov lítið í mun til teir møguleikar, sum hann gevur
Erla Olsen ...Erla Olsen ...
og Vár í Ólavsstovu, adjunktar á Námsvísindadeildini, hava gjørt kanningina í samstarvi við Tórshavnar kommunuog Vár í Ólavsstovu, adjunktar á Námsvísindadeildini, hava gjørt kanningina í samstarvi við Tórshavnar kommunu

Nú kemur frágreiðingin um kanningar av nýtslu av talgildum miðlum í skúlanum. Tað eru Erla Olsen og Vár í Ólavsstovu, adjunktar á Námsvísindadeildini, sum hava gjørt eina víðfevnda spurnakanning av teldlanýtslu í trimum skúlum.

Kanningin hevur hugt eftir teimum amboðum,  sum skúlin gevur næmingunum, og teimum, sum næmingarnir sjálvir eiga. Eisini verður hugt at hugburði til KT-nýtslu og úrtøku av at nýta hesa tøkni.

Erla Olsen og Vár í Ólavsstovu vísa á, at teldilin er komin fyri at verða og at børnini ynskja, at hann verður brúktur í undirvísingini.

- Men veruleikin er, at teir møguleikarnir, ið eru í teldlinum sum undirvísingaramboð, verða ov lítið gagnnýttir, siga tær báðar.

Frágreiðingin hevur tilmæli til skúlaleiðslur, hvussu farast skal fram, um tey velja at fara at nýta teldlar í undirvísingini.

Kanningin, sum frágreiðingin er grundað á, er gjørd í samstarvi millum Tórshavnar kommunu og Fróðskaparsetur Føroya.

Viðgerð av svarunum eru komin út í prentaðari frágreiðing, og í tí sambandi verður framløga av bókini á Námsvísindadeildini á Frælsinum 20, hósdagin 15. desember kl. 15.
Frágreiðingin fer eisini at fáast teldutøk (pdf format).   

Samband
Vár í Ólavsstovu

Seinastu tiðindi

24.01.2017
VITSKA: Too Good To Go – minka um matoyðsl
Í kvøld, týskvøldið 24. januar kl. 19:30, halda vinnararnir av Umhvørvisviðursløn Norðurlandsráðsins...
23.01.2017
Stakgreinalestur á Setrinum
Nú ber til at søkja um upptøku í stakgreinalestri á Setrinum
23.01.2017
Professari í orkuverkfrøði
Nýsetti Hans Georg Beyer hevur drúgvar fakligar royndir úr fleiri londum
16.01.2017
MA-fyrilestur á Føroyamálsdeildini
Fríggjadagin 20. januar kl. 14 heldur Lydia Didriksen MA-fyrilestur í Loftsstovuni á...
13.01.2017
Firouz Gaini hevur grein í nýggjastu útgávuni av 'Electronic Journal of Contemporary Japanese Studies' (ejcjs).
Greinin hevur heitið 'Contemporary Realities and Future Dreams of Oki Islands Youth'. Greinin viðger...
Fleiri tíðindi...
Vísir 1 til 10 av 1671
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult