Skip to main content

Adjunkt- ella lektarastarv í bókmentum

Eitt adjunkt- ella lektarastarv í bókmentum á Megindeildini fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi verður hervið lýst leyst at søkja. Starvið skal setast frá 01.11.2017 ella eftir avtalu.

Starvsøki

Á Føroyamálsdeildini verður granskað og undirvíst í føroyskum máli og bókmentum úr ymiskum sjónarhornum. Ætlanin við hesum starvinum er at fáa nýggjar bókmentir lýstar og greinaðar í miðla- og mentanarhøpi. Uppi í hesum eru eitt nú samskifti og skaldskapur í talgildum miðlum og bókmentasosiologisk evni. Starvið fevnir um gransking og undirvísing í  bókmentum við serligum atliti at, hvussu nýggja miðlastøðan og nýggir samskiftishættir ávirka fagrar bókmentir.

Tann, sum fær starvið, fer í høvuðsheitum at undirvísa í nýggjum bókmentum og bókmentafrøði á bachelornámi og saman við starvsfeløgum á deildini menna skeið á masternámi um bókmentir í miðla- og mentanarhøpi.

Førleikar

Adjunktstarv er 4-ára útbúgvingarstarv. Fyri at verða sett/ur í starv sum adjunktur krevst ph.d.-útbúgving ella samsvarandi granskingarførleiki. Umsøkjarar, ið hava skjalprógvað granskingarevni, og sum hava ítøkiligt orðaða ætlan um at skriva ph.d.-ritgerð, kunnu eisini søkja starvið. Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava viðkomandi kandidat- ella masterútbúgving.

Lektarastarv er fast vísindastarv.

Undirvísingarmálið er føroyskt, og umsøkjarar mugu duga eitt ella fleiri skandinavisk mál.

Umsóknin

Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir. Umsøkjarar skulu lýsa síni granskingaráhugamál, og hvussu teir hugsa at menna gransking og undirvísing á starvsøkinum.

Eisini skal yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans fylgja við, og 5 tey bestu vísindaavrikini skulu leggjast við umsóknini.

Undirvísingarroyndir verða skjalprógvaðar við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við viðmælum og eftirmetingum, um tær eru til taks.

Umsóknin og øll skjøl verða send talgilt.

Setanargongd

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag.

Fróðskaparsetrið tilskilar sær rætt til at seta adjunkt í starv heldur enn ein lektara, um førleikarnir hjá adjunktinum út frá eini heildarmeting hóska betur til innihaldið í og ætlanina við lýsta starvinum.

Freist

Umsóknarfreist er 18.04.2017

Umsóknir skulu sendast til umsokn[at]setur.fo

Nærri upplýsingar fáast hjá Bergi Djurhuus Hansen, dekani á Føroyamálsdeildini, bergurdh[at]setur.fo.  Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo

Kvinnur og menn í miðlum – Sex and the City

Týsdagin 21. mars, kl. 16.00 verða tveir spennandi almennir fyrilestrar í Norðurlandahúsinum í fyrilestrarøðini VITSKA: "Sex and the City" og "Miðlar...

LES MEIRA

Toke og Gunnar útgivið grein í Transactions of the American Mathematical Society

Í síðstu viku kom út greinin »Strong classification of purely infinite Cuntz-Krieger algebras« í viðurkenda tíðarritinum Transactions of the American...

LES MEIRA

Lestrarferð til Suðurkorea í summar

Lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, ið hava lagt tvey ár av lestrinum aftur um seg, kunnu søkja um at sleppa við saman við lesandi úr øðrum londum í...

LES MEIRA