Megindeildin fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi
Megindeildin fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS

Trolmátingar í altjóða tíðarrit

Umfatandi kanningar av hvussu nógvur svartkjaftur og sild rýma úr einum pelagiskum troli eru almannakunngjørdar í vísindatíðarritinum Fisheries Research. Fyrrverandi lesandi á Náttúruvísindadeildini er høvuðsrithøvundur.

Svartakjaftatrol á veg út (Mynd: F. Skúvadal).Svartakjaftatrol á veg út (Mynd: F. Skúvadal).
Hóast meskarnir eru stórir, so kann fiskur hanga fastur í meskunum. Hetta er tekin um, at fiskur rýmur úr trolinum (Mynd: F. Skúvadal).Hóast meskarnir eru stórir, so kann fiskur hanga fastur í meskunum. Hetta er tekin um, at fiskur rýmur úr trolinum (Mynd: F. Skúvadal).

Greinin byggir á mátingar, sum vóru gjørdar á  árligu kanningartúrunum hjá rannsóknarskipinum Magnusi Heinassyni vestanfyri og norðanfyri Føroyar árini frá 2007 til 2009. Greinin, 'Escape of blue whiting (Micromesistius poutassou) and herring (clupea harengus) from a pelagic survey trawl', var útgivin í altjóða vísindatíðaritinum Fisheries Research í juni  mánaða og eru rithøvundarnir eru Fróði B. Skúvadal, Bjarti Thomsen og Jan Arge Jacobsen.

Fiskur rýmir úr trolinum
Mátingar vóru gjørdar við smámeskaðum posum, sum vóru heftir aftur eftir bellinum framman fyri sjálvan trolposan. Meskarnir í bellinum, har posarnir vórðu heftir, vóru ávikavist 80, 100, 200 og 400 mm. Meskarnir í einum trolposa  eru so mikið stórir, at fiskurin lættliga kann svimja út ígjøgnum teir, men vanliga fatanin er, at órógvi frá netinum beinir fiskin longur aftur í trolposan, har meskarnir eru væl smærri.

Í greinini verður greitt frá, at til tíðir kunnu lutfalsligar stórar nøgdir av fiski rýma úr aftara partinum av bellinum. Kanningin við Magnusi Heinassyni vístu, at í meðal rýmdi millum 0.6 og 12% av svartkjaftinum, og millum 2 og 21% av sildini. Svartkjaftur rýmdi serliga frá tí partinum av trolinum, har meskarnir vóru 200 mm, meðan næstan eingin svartkjaftur rýmdi har meskarnir vóru minni enn 100 mm. Fyri sildina tykist meskastøddin ikki at hava nakra ávirkan á,  hvar hon rýmdi. Longdarmátingar av fiskinum vísti, at fiskurin sum rýmdi, var heldur minni enn fiskurin, sum endaði í trolposanum.

Mátingar av rákinum inni í trolinum
Eisini varð streymferðin inni í trolinum máta á hálunum vestanfyri Føroyar. Tveir mátara vóru tøkir, og vóru mátingar gjørdar á tveimum støðum á trolinum í senn. Hesar mátingarnar vístu, at afturi í trolinum, har meskarnir minka niður í 80 mm, minkar rákið niður í umleið 1/3 av tóvferðini. Hetta er tekin um, at sjógvurin ikki sílar líka væl ígjøgnum aftara endan av trolinum, sum longri frammi í trolinum.

Sjónbandaupptøkur av fiskinum
Kanningarnar umfata eisini sjónbandaupptøkur av atferðini hjá fiskinum inni í trolinum. Hesar vístu, at yvirhøvur svimur fiskurin við trolinum í tóvrætningin, líka til hann spakuliga verður fingin aftur av trolposanum. Tó eru nakrar rýmingarroyndir við á upptøkunum. Í nøkrum førum eydnaðist fiskinum at koma út ígjøgnum meskarnar, men í øðrum førum vendir fiskurin við, tá hann nærkast netinum. Sildin tykist at verða meira áhaldin enn svartkjafturin, og megnar betur at fylgja við trolinum. Hetta sæst serliga  í økinum við 80 mm meskunum, har rákið var heldur slakari, at sildin megnaði at svimja, meðan svartkjaftur í fleiri førum sæst fella útlúgvaður aftur í trolposan. At sildin er meira áhaldin, er helst  orsøkin til, at meskastøddin ikki hevur so stóran týdning, tá sildin fyrst hevur avgjørt at rýma, verður mett í greinini.

Høvundarnir
Mátingar vóru gjørdar, meðan Fróði Skúvadal var verkætlanrsettur á Havstovuni, har hinir báðir høvundirnar, Bjarki Thomsen, verkfrøðingur,  og Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur, eisini starvaðust. Fróði varð liðugur við Bachelor útbúgvingina í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini í 2002, og læs síðani víðari til lívfrøðing á Universitetinum í Keypmannahavn. Í dag starvast Fróði sum lærari á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.

Atknýtt tíðindi

Atknýtt links

Seinastu tiðindi

08.05.2012
Nýggjur fyrisitingarstjóri á Fróðskaparsetrinum
Jørgen Meitilberg tekur 15. mai við sum virkandi fyrisitingarstjóri, eftir at Páll Isholm hevur...
08.05.2012
Føroysk seismikk grein í Geophysical Prospecting
Úrslit frá seimiskum kanningum á Glyvursnesi eru almennakunngjørd í altjóða vísindatíðarritið. Teir...
07.05.2012
Nýggj botnkort
Síðani 1999 eru dýpini frá ekkoloddinum umbord á Magnusi Heinassyni innsavnaði. Nú eru tey...
02.05.2012
Kunningartiltak um útbúgvingarnar á Setrinum
Mikukvøldið 2. mai 2012 kl 19 verður stóra almenna kunningartiltakið um útbúgvingarnar á Setrinum.
02.05.2012
Seturskjakið um "Tað nationala genomið"
Hóskvøldið 3. mai kl. 19:30 verður aftur skipað fyri Seturskjaki á Østrøms Fabrikk á Skálatrøð,...
Fleiri tiðindi...
Vísir 21 til 30 av 651
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult