Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS

Uppreistur í Klaksvík

Mikukvøldið 4. juli kl 19.30 fer Hans Andrias Sølvará, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, at halda fyrilestur við heitinum "Uppreistur í Klaksvík".
30.06.2012
Uppreistur í Klaksvík

Í Føroyum var rembingartíð í 1950’unum, bæði politisk, samfelagsliga og búskaparliga. Tað var ófriður á arbeiðsmarknaðinum, og eisini í høvuðsstaðnum í Norðuroyggjum, Klaksvík, har búskaparliga framgongdin setti krøv um bæði økis- og tjóðarsjálvstýri.

Í Klaksvík var meiriluti fyri sjálvstýri til fólkaatkvøðuna um sambandið við Danmark í 1946. Ein fólkaatkvøða, sum varð undirmett av Danmark. Tað var í hesi tíð, at Klaksvíksstríðið - ella læknastríðið -, sum tað verður kallað í Føroyum, byrjaði. Stríðið førdi til samanbrest millum borgarar, føroyskar og danskar myndugleikar.

Hesin ófriður við donskum hernaðarskipum í Klaksvík og gerandisbardaga í gøtunum var ein ógvuslig ófriður, sum føroyingar ikki kendust við. Ófriðurin setti Klaksvík á heimskortið í tíðindaflutningi – fyri eina stund.

Hans Andrias Sølvará, lektor í søgu á Fróðskaparsetur Føroya, leggur dent á grundarlagið fyri læknastríðnum og sjálva hendingargongdina, men eisini verður stríðið sett í eina størri heild.

Tiltakið er alment og verður sum nevnt hjá Østrøm á Skálatrøð mikukvøldið 4. juli kl 19.30.

Samband
Hans Andrias Sølvará

Seinastu tiðindi

16.04.2013
Fiskapeptidir - verja mannaættarinnar móti lívshóttandi smáverum
Fiskar framleiða ymisk lívvirkin peptid, ið kunnu týna bakteriur, soppar, fleiri sløg av virus eins...
15.04.2013
Lærarar og námsfrøðingar í Íslandi nú á masterstigi – og í stóran mun við fjarlestri
Íslendska lærara- og námsfrøðingaútbúgvingin er broytt, og tey lesandi hava ikki longur møguleika at...
13.04.2013
Filmur frá Innovasjónsverkstaði
Søgu- og Samfelagsdeildin er nú eisini partur av filmsframleiðslu. Stuttur filmur frá...
12.04.2013
Diabetes typa 2 rakar líka hart í Føroyum
Fitt av fólki hevði leitað sær oman á Østrøm hóskvøldið til Seturskjakið, har evnið var “Diabetes...
12.04.2013
Diplom í almannafyrisiting
Í vár verða fyrstu diplomini í almannafyrisiting handaði á Fróðskaparsetrinum.
Fleiri tiðindi...
Vísir 41 til 50 av 892
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult