Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS

Útnorðursøgan ”Naboer i Nordatlanten”

Forlagið Fróðskapur hevur givið út bókina ”Naboer i Nordatlanten. Færøerne, Island og Grønland”. 17 søgufrøðingar úr Grønlandi, Íslandi, Føroyum, Noregi og Danmark hava skrivað. Ritstjórar eru hava Jón Th. Thór, Daniel Thorleifsen, Andras Mortensen, Ole Marquardt. Bókin varð løgd fram á móttøku í Fabrikkini hjá Østrøm 1. juni. Hon er 487 síður og kostar 300 kr.
18.06.2012Fróðskapur
Útnorðursøgan ”Naboer i Nordatlanten”

Í 2000 mælti Útnorðurráðið stjórnunum í útnorðurlondunum til at fáa í lag eitt samstarv um skriving  av felags søgu Útnorðurs. Hetta førdi til, at ein bólkur av søgufrøðingum úr Grønlandi, Íslandi, Føroyum, Noregi og Danmark hittust í 2002 í Ilulissat í Grønlandi. Bólkurin setti sær fyri at skipa fyri seminarum og konferansum, og úr tí virkseminum eru higartil útkomnar 3 bøkur við søgufrøðiligum greinum. Frá byrjan var málið, at netverkið skuldi fremja gransking og innsavning av nýggjari vitan við at miðlan av felags søguni til almenningin, og á leiðini varð avgerð tikin um eisini at skriva eina grundbók um felagssøguna hjá útnorðurlondunum. Hon er tað, sum nú kemur út.

Í bókini verða høvuðsliðirnir í felags søguni hjá teimum trimum útnorðurlondunum síðan miðøld fram til umleið 2000 lýstir. Tá íslendingar nomu land í Grønlandi umleið 985 e. Kr. og teir seinni møttu landsins upprunaliga inuitfólki, var tað fyrstu ferð, at fólk jarðarinnar úr eystri og vestri møttust, eftir at tey fyrstu fólkini í Afrika á tíðarinnar morgni spjaddust, summi norðureftir og onnur eystureftir. Henda mentanarstevna í Grønlandi varð byrjanin til, at fólk jarðarinnar  í eystri og vestri aftur fingu samband við hvønn annan. Tann eldri parturin av útnorðursøguni er tí eisini søgan um fyrsta liðin í globaliseringini. Økt ferðsla millum tey skandinavisku londini, restina av Evropa og londini í útnorðri førdi soleiðis gjøgnum søgunnar órannsakandi vegir til ein søguligan lagnufelagsskap millum londini í útnorðri, sum støðugt verður útbygdur.

Bókin er skipað í 6 høvuðspartar, og hvør høvuðspartur er settur saman av teksti frá høvundum í hvørjum av teimum trimum útnorðurlondunum. Fleiri av kapitlunum hava havt ein kapitulritstjóra, sum hevur samanskrivað endaliga tekstin: Andras Mortensen í parti II um miðøld, Ole Marquardt í parti III um demografi, Erland Viberg Joensen í parti IV um vinnulív, Søren Thuesen í parti V um andliga mentan, Elin Súsanna Jacobsen í somuleiðis parti V um skúla og útbúgving og Jón Th. Thór í parti VI um stórkríggini og tjóðarbygging. Jón Th. Thór hevur verið høvuðsredaktørur við Andrasi Mortensen, Ole Marquardt og Daniel Thorleifsen sum medredaktørum. Daniel Thorleifsen hevur verið verkætlanarleiðari og staðið fyri at finna fígging til samstarvið.

Seinastu tiðindi

16.05.2013
Setursdagurin 2013
Fróðskaparsetrið fyllir 48 ár 20. mai 2013. Í tí sambandi skipar Setrið fyri almennum fyrilestrum í...
15.05.2013
Gott kjak um planlegging
Planleggin má til og útgangsstøðið er, at vit vita hvagar leiðin gongur. Tað var ein av...
15.05.2013
Ráðstevna um lívfrøðiligt margfeldi og burðardygga lendisnýtslu
Fróðskaparsetur Føroya, Søvn Landsins Náttúrugripasavnið og Búnaðarstovan skipa fyri ráðstevnu um...
14.05.2013
Seturskjak - “Planlegging – fyri hvønn og hví?"
Í kvøld týskvøldið 14. mai kl. 19.30 bjóðar Fróðskaparsetur Føroya til Seturskjak á Østrøm við...
13.05.2013
Ólavur Christiansen settur sum skrivari fyri Búskaparráðið
Fróðskaparsetrið hevur átikið sær uppgávuna at veita búskaparfrøðiligu skrivaratænastuna fyri...
Fleiri tiðindi...
Vísir 1 til 10 av 892
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult