Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapRSS

Væleydnaður MA-fyrilestur

Nógv fólk komu at hoyra Lydiu Didriksen halda MA-fyrilestur á Føroyamálsdeildini 20. januar.
Lydia heldur MA-fyrilesturLydia heldur MA-fyrilestur
Nógvir áhoyrarar vóru komnir at lýða áNógvir áhoyrarar vóru komnir at lýða á
Lydia fær prógvið handaðLydia fær prógvið handað

 

Námsskipanin á Føroyamálsdeildini ásetur, at studentar, sum hava fingið MA-ritgerðina góðkenda og próvdømda, halda ein fyrilestur við støði í ritgerðarevninum. Fyrilestrarevnið, sum Lydia fekk frá vegleiðaranum, var: Viðger autofiktión paratekstliga og frásagnarliga í útgávuni Sig at du lyver (2011) eftir Silviu Henriksdóttur.


Lydia helt ein greiðan og væl skipaðan fyrilestur á høgum fakligum stigi. Próvdómararnir søgdu í metingini, at fyrilesturin var ástøðiliga væl grundaður, greiningarnar neyvar og fyrilestrarevnið sera væl svarað.


Av teimum í alt 120 ECTS-stigunum í MA-útbúgvingini telur endaligi fyrilesturin 2.

Eftir prógvhandanina nýtti Lydia høvið at takka fyri undirvísingina og tíðina á Føroyamálsdeildini. 

Seinastu tiðindi

23.02.2017
Har Hammershaimb møtir Marx og Freud
Móðurmálsdagurin 2017 verður í Løkshøll 25. mars
23.02.2017
Gestur í nýtt starv í Nuuk
Gestur Hovgaard verður instituttleiðari á Ilisimatusarfik
17.02.2017
Ein seinnapartur við føroyskum
Týsdagin verða seks fyrilestrar um ymisk viðvíkjandi føroyskum
15.02.2017
Fyrilestur á Torradøgunum: Hvussu nógv plast hevur havhestur í sær, og hví etur hann plast?
Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur á Náttúruvísindadeildini, hevur fyrilestur á Torradøgunum 16....
Fleiri tíðindi...
Vísir 1 til 10 av 1680
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult