Megindeildin fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi
Megindeildin fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS

Vestnordisk språkkontakt gjennom 1200 år

Fróðskapur hevur givið út bók við 14 greinum um málini og málsambandið, sum hevur verið ímillum Vesturnoreg, Ísland, Føroyar, Hetland og Orknoyggjar. Tilfarið er frá eini ráðstevnu í Bergen við sama heiti, sum Universitetet i Bergen og Stofnun Vigdísar Finnbogadóttur skipaðu fyri í 2010. Ritstjórar eru Gunnstein Akselberg, professari, og Edit Bugge, Ph.D. lesandi, sum bæði arbeiða á Bergens Universitet. Bókin er 309 síður og kostar 250 kr.
20.01.2012Fróðskapur
Vestnordisk språkkontakt gjennom 1200 år

Samband hevur verið millum fólk um høv og landamørk í Vesturnorðurlondum í 1200 ár. Í bókini eru greinir, sum varpa ljós á ymiskar síður av hesum vesturnorðurlendska málfelagsskapinum. Greinirnar eru býttar í 6 evnisbólkar um m.a. málsøgu, mál og bókmentir, fólka- og staðarnøvn og málbygnað.

Vígdis Finnbogadóttir, fyrrverandi forseti Íslands, og Ole Didrik Lærum, fyrrverandi rektari við Bergens Universitet, vóru heiðursgestir á ráðstevnuni. Bókin er eisini ognað teimum báðum. Tey innleiða bókina við hvør sínari heilsan, Vigdís Finnbogadóttir undir yvirskriftini Sprogets magi, og Ole Didrik Lærum undir yvirskriftini Den språklege slektskapen.

Greinirnar í bókini eru: 
Helge Sandøy: Frå tre dialektar til tre språk. Språklig og ideologisk
Auður Hauksdóttir: ”Yderst mod Norden lyser en ø ... ”. Strejflys over islændingenes møde med dansk og norsk sprog
Turið Sigurðardóttir: Sonderinger i færøsk-norske, norsk-færøske og færøsk-islandske oversættelser
Idar Stegane: På islandsk og norsk – til og frå 
Margunn Rauset: Islandsk møter norsk i eit nytt tusenår. Utfordringar og fordelar i den norske delen av ISLEX-prosjektet
Kristján Eiríksson: Poetikkveven Brage
Anfinnur Johansen: Norrøne navne – især personnavne – på Færøerne fra vikingetiden til i dag
Gunnstein Akselberg: Nokre fellestrekk ved vestnordiske stadnamn. Korleis vestnordiske stadnamn representerer felles språklege, kulturelle og topografiske tilhøve
Jógvan í Lon Jacobsen: Dialektbrugere i spændetrøje? – Om dialektbrug i et lille, tæt sprogsamfund
Magnhild Selås: Nordisk språksosialisering i ei spennande framtid
Remco Knooihuizen: Demografisk press og språkskifte på Shetland
Øystein Alexander Vangsnes: Hvat fyri hvør? Ei samanlikning av spørjande nominalfrasar i vestnordisk med vekt på færøysk
Þorsteinn G. Indriðason: Om fugesammensetninger i vestnordisk
Endre Brunstad: Kva om Ivar Aasen tok med islandsk og færøysk? Faktisk og kontrafaktisk  språkhistorie

Permumyndin, sum Trine Lindheim hevur gjørt, kallast Brobyggeren. Útgávan er stuðlað av Bergens Universitetsfond.

Bókin er nr. 54 í røðini av Supplementa. ISBN: 978-99918-65-36-2. 

Seinastu tiðindi

08.05.2012
Nýggjur fyrisitingarstjóri á Fróðskaparsetrinum
Jørgen Meitilberg tekur 15. mai við sum virkandi fyrisitingarstjóri, eftir at Páll Isholm hevur...
08.05.2012
Føroysk seismikk grein í Geophysical Prospecting
Úrslit frá seimiskum kanningum á Glyvursnesi eru almennakunngjørd í altjóða vísindatíðarritið. Teir...
07.05.2012
Nýggj botnkort
Síðani 1999 eru dýpini frá ekkoloddinum umbord á Magnusi Heinassyni innsavnaði. Nú eru tey...
02.05.2012
Kunningartiltak um útbúgvingarnar á Setrinum
Mikukvøldið 2. mai 2012 kl 19 verður stóra almenna kunningartiltakið um útbúgvingarnar á Setrinum.
02.05.2012
Seturskjakið um "Tað nationala genomið"
Hóskvøldið 3. mai kl. 19:30 verður aftur skipað fyri Seturskjaki á Østrøms Fabrikk á Skálatrøð,...
Fleiri tiðindi...
Vísir 21 til 30 av 651
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult