Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapRSS

VITSKA: Too Good To Go – minka um matoyðsl

Í kvøld, týskvøldið 24. januar kl. 19:30, halda vinnararnir av Umhvørvisviðursløn Norðurlandsráðsins í 2016 fyrilestur um arbeiði teirra við at minka um matoyðsl og íverksetan í Norðurlandahúsinum.
VITSKA: Too Good To Go – minka um matoyðsl

Too Good To Go er ein online pallur, sum hevur til endamáls at minka um matoyðsl. Hugtakið gevur fólki møguleika at keypa mat, sum annars hevði verið tveitur burtur, bíliga. Hetta verður gjørt við at keypa mat frá matstovum, kaffistovum, gistingarhúsum, matvøruhandlum og bakarum umvegis app teirra nevnd Too Good To Go.

1/3 av øllum mati í heiminum endar í ruskíløtunum, og matoyðsl er ein av trimum teimum størstu orsøkunum til útlát av vakstrarhúsgassum. Too Good To Go er á ein nýhugsandi hátt við til at broyta hesa gongdina – og so er tað eisini gott fyri pengapungin.

Síðan felagið varð sett á stovn í Danmark í 2015, hevur tað bjargað 353.000 máltíðum frá ruskílatinum. Tað svarar til áleið 700 tons av mati. Í dag er Too Good To Go eisini í Noreg, Bretlandi, Fraklandi og Týsklandi, og pallurin verður í løtuni royndarkoyrdur í New York.

Tiltakið er týsdagin 24. januar kl. 19:30 í Skálanum í Norðurlandahúsinum.

Tiltakið er ókeypis.

VITSKA er afturvendandi tiltak, sum Norðurlandahúsið og Fróðskaparsetrið skipa fyri.


Næstu VITSKU-fyrilestrarnar eru:

Týsdagin 14. februar: Norðurlendskur filmur
Týsdagin 21. mars: Býarplanlegging og javnstøða
Týsdagin 18. apríl: Kristin Vilhjálmsdóttir – um arbeiði við tilflytarabørnum.

Seinastu tiðindi

23.02.2017
Har Hammershaimb møtir Marx og Freud
Móðurmálsdagurin 2017 verður í Løkshøll 25. mars
23.02.2017
Gestur í nýtt starv í Nuuk
Gestur Hovgaard verður instituttleiðari á Ilisimatusarfik
17.02.2017
Ein seinnapartur við føroyskum
Týsdagin verða seks fyrilestrar um ymisk viðvíkjandi føroyskum
15.02.2017
Fyrilestur á Torradøgunum: Hvussu nógv plast hevur havhestur í sær, og hví etur hann plast?
Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur á Náttúruvísindadeildini, hevur fyrilestur á Torradøgunum 16....
Fleiri tíðindi...
Vísir 1 til 10 av 1680
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult