Lestrarlív

Ein handbók til lesandi

Undir hesum tátti er ein handbók til nýggj lesandi at finna, umframt upplýsingar um próvtøkur, um ymisk amboð til lesturin og um stuðlar til lesandi, umboð fyri lesandi og feløg viðkomandi fyri lesandi.

Til nýggj lesandi:

Vælkomin á Fróðskaparsetur Føroya. Tú byrjar nú eitt nýtt tíðarskeið í lívi tínum, har tú hevur valt at fara undir universitetslestur. Okkara ynski er, at lestrartíðin verður tær góð, lærurík og stimbrandi.

Fyri at tú kanst fáa eina so góða byrjan á lestrinum sum møguligt, hava vit savnað nøkur góð ráð um at vera lesandi á einum hægri lærustovni, um viðurskifti viðvíkjandi lestri, próvtøkum og skiftislestri o.m.a.

Harumframt eru ymsar upplýsingar um stuðulstænastur og stuðulsamboð, ið eru til taks á Fróðskaparsetrinum.

Handbókin hevur eisini kunning um fíggjarligar stuðulsmøguleikar, umframt at orðafrágreiðingar eisini eru at finna.

Handbókin verður dagførd við jøvnum millumbilum.