Elektronikkur
Undirvísing í elektronikki á heysti 2008
Lærarar:
- Benadikt Joensen undirvísir. Hann er at hitta á Vinnuháskúlanum, benadiktKURLAvh.fo
- Magnus Danielsen er ábyrgdarlærari. Hann hevur skrivstovu á ovaru hædd á NVD, magnusdKURLAsetur.fo
Lærubøkur:
- Allan R. Hambley "Electrical Engineering, Principles and Applications", 4th Edition, Prentice Hall 2007.
Fæst við harðari permu:
ISBN-10: 0131989227
ISBN-13: 978-0131989221:
Electrical Engineering: Principles and Applications (hørð perma)
Fæst eisinivið bleytari permu:
ISBN-10: 0132066920
ISBN-13: 978-0132066921:
Electrical Engineering: Principles and Applications (bleyt perma)
- M.Danielsen: Innleiðandi elektronikkur, støði undir dig.elektr. (supplerandi lesnaður)
Finst á netinum: NVDRit 2005:12
Bókin kann keypast:
frá amazon.co.uk (sí omanfyri) ella frá Polyteknisk Boghandel, Anker Engelundsvej 1, DK 2800 Lyngby, Danmark.
Polyteknsik Boghandel & Forlag
Anker Egenlunds Vej 1, DK-2800 Lyngby. Tel: (+45) 77 42 43 44.
Email: poly(at)polyteknisk.dk
Skeiðið umfatar inngang til:
Streymrásir, Kirchoffs lógir og líkningar og aðrar streymráslógir. Spennings- og streymgerðar, mótstøður, kondensatorar, induktiónir og transformarar. Transientgreining. AC rásir, kompleksur impedansur.
Analogur elektronikkur: Diodur, transistorar, MOSFET, CMOS og TTL.
Styrkjarar. Schmitt triggarar, multivibratorar og bylgjuformsgerðar. A/D ogD/A umformarar.
Digitalur elektronikkur: Boolsk algebra, talumboðanir. Kombinatoriskar rásir, Karnaugh kort. Sekventiellar rásir, latchir, og flipp-floppar. Nýtsla av digitalum rásum til registur, teljarar, multi- og demultipleksarar, kodarar og dekodarar, og bygnað av mikroteldum.
Undirvísing:
Týsdag og fríggjadag frá kl. 8.15 til 15.00, tó til 17.00 teir dagar, tá starvsstovuvenjingar verða gjørdar.
Undirvísingarháttur:
Fyrilestrar, roknivenjingar og starvsstovuvenjingar eftir niðanfyri standandi skrá. Týdningarmikið fyri at læra og skilja innihaldið í skeiðinum og fyri próvtøkuúrslitið er, at roknivenjingar og starvsstovuvenjingar verða gjørdar til lítar av studentinum. Kravt er fyri at fara upp til próvtøku, at starvsstovuvenjingar eru gjørdar, og tilsvarandi frágreiðing er latin inn og góðkend.
Meting:
Skrivlig próvtøka er fríggjadag 19. desember. Øll vanlig hjálparamboð verða loyvd. Fyri at fara til próvtøku krevst, at 3 starvsstovuvenjingar verða gjørdar, og tilsvarandi frágreiðingar góðkendar.
Skrá fyri undirvísingini í elektronikki er:
(Kann verða ajourførd í skeiðinum. Rokniuppgávur verða givnar aftrat, so hvørt sum skeiðið líður.)
Styttingar: F=fyrilestrar, R=roknivenjingar, S=starvsstovuvenjingar
Vanliga endar undirvísingin kl. 15. Men tá starvsstovuvenjingar eru, verður arbeitt til kl. 17.
Dagur | Kl. 8.15-10.00 | Kl. 10.15 -12.00 | Kl. 13.00-15 ella 17 | Avlevering |
Týsdag 28. okt. | F Introduktión ARH 1 (1-23) | R P1.5, P1.6, P1.14, P1.23, | F Introduktión ARH 1 (24-37) |
|
Fríggjad. 31. okt. | F Resistivar rásir ARH 2 (47-75) | R P1.42, 1.44, P.1.50, P1.51 | F Resistivar rásir ARH 2 (76-105) | P.143, P1.70 |
Týsdag 4. nov. | F Ind. og kap. ARH 3 (120-146) | R | R |
|
Fríggjad. 7. nov. | F Transientar ARH 4 (156-189) | R | F Operatiónsstyrkj. ARH 14 (665-687) |
|
Týsdag 11. nov. | F Operatiónsstyrkj. ARH 14 (688-709) | S 1 Operatiónsstyrkjarin | S 1 Operatiónsstyrkjarin |
|
Fríggjad. 14. nov. | F Diodur og forst. ARH 10 (468-502) ARH 11 (515-535) | R | R + S 1 framløga |
|
Týsdag 18. nov. | F Forst. og FET ARH 11 (536-561) ARH 12 (573-606) | R | F Bipolerir trans. ARH 13 (616-655) | S 1 Operatiónsstyrkjarin |
Fríggjad. 21. nov. | F DC-motorar ARH 16 (769-811) | S 2 Motorstýring | S 2 Motorstýring |
|
Týsdag 25. nov. | F Logiskar rásir ARH 7 (341-389) | R | R + S 2 framløga |
|
Fríggjad. 28. nov. | F Mikrocomputarar ARH 8 (398-428) | R | F Mátiskipanir ARH 9 (432-462) | S 2 Motorstýring |
Týsdag 2. des. | F Stationerur AC ARH 5 (199-255) | S 3 Ljósregulering | S 3 Ljósregulering |
|
Fríggjad. 5. des. | F Frekvensrespons ARH 6 (269-326) | R | R + S 3 framløga |
|
Týsdag 9. des. | F Tranformatorar ARH 15 (769-811) | F AC-motorar ARH 17 (821-828) | R | S 3 Ljósregulering |
Fríggjad. 12. des. | Repititión | |||
19. des. | Skrivlig próvtøka kl. 9.00 - 13.00 | |||