Megindeildin fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi
Megindeildin fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Prógv og úrskriftir

Prógv

Setursskrivstovan skrivar út prógv, tá studentar hava staðið allar kravdu próvtøkurnar í eini útbúgving.
Prógvið verður vanliga handað á samkomu á deildini, har studenturin hevur lisið.

Á próvnum er tilskilað, hvørja útbúgving studenturin hevur staðið, á hvørji deild og nær útbúgvingin er lokin.

Afturat próvnum fær studenturin eina úrskrift av øllum skeiðum, sum viðkomandi hevur staðið, við próvtali og eitt Diploma Supplement, sum er eitt felags europeiskt skjal við lýsing av útbúgvingini, sum er lokin.

 

Úrskriftir

Studentar á Fróðskaparsetrinum kunnu altíð biðja um at fáa eina úrskrift av teimum próvtøkum, sum tey hava staðið higartil. Úrskriftir eru strangt persónligar og tí verður kravt samleikaprógv, tá studenturin avheintar úrskriftina.

 

Avrit av áður útskrivaðum prógvum

Um eitt prógv er burturblivið, ber til at fáa avrit av upprunapróvnum á Fróðskaparsetrinum. Tað ber ikki til at fáa eitt nýtt prógv útskrivað.

Fyrispurningar í sambandi við prógv og úrskriftir skulu stílast Setursskrivstovuni.

 

Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult