Leys størv
Frændafundur 8: Føroysk-íslendsk vísindaráðstevna á Fróðskaparsetrinum 24. – 25. august 2013

Ráðstevnan Frændafundur 8 verður á Fróðskaparsetri Føroya í august næsta ár. Samstarvsnevndirnar á Fróðskaparsetri Føroya og Háskóla Íslands eru í holt við at fyrireika ráðstevnuna og hava valt tvey høvuðsevni at viðgera og sum siður er á Frændafundi, verða evnini viðgjørd úr føroyskum og íslendskum sjónarhorni. Á Frændafundi 8 verða høvuðsevnini
• Føroyskt mál/ íslendskt mál í námsfrøðiligum og frálærufrøðiligum høpi
• Filmur og filmsgerð
Umframt fýra høvuðsrøðarar um nevndu evni verða styttri fyrilestrar, sum granskarar og lesandi fáa høvi at bjóða fram. Teir styttru fyrilestrarnir verða um a) avmarkaðar tættir innan høvuðsevnini, og b) øll onnur evni, sum viðvíkja Føroyum og/ella Íslandi og sum granskarar og lesandi hava hug at bjóða fram.
Freist at bjóða fram fyrilestur er 03. apríl 2013.