Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS

Ókeypis snarskeið í at skriva CV og starvsumsóknir

30. apríl 2012 skipar MFS fyri snarskeiði í at skriva CV og starvsumsóknir í hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð. Undirvísari er Bergtóra Høgnadóttir, ið arbeiðir sum kveikjari hjá Arbeiðsloysisskipanini.
30.04.2012
Ókeypis snarskeið í at skriva CV og starvsumsóknir

Nú summarið er í hondum og tú fert at søkja summarstarv, fært tú ein gyltan møguleika at betra um førleikan at skriva CV og starvsumsóknir, so arbeiðsgevarin kanska velur júst teg til starvið.

Um tú hevur brúk fyri hesum amboðum, burdi tú sett tær tíð av til at vera í Østrøm mánadagin 30. apríl millum kl. 16 og 17.

Skeiðið er ætlað lesandi á Setrinum, men onnur eru eisini vælkomin at luttaka.

Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult