Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS

Ókeypis snarskeið í føroyskari rættskriving

Mánadagin 16. apríl verður snarskeið í føroyskari rættskriving frá kl. 16-18 í hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð. Zakaris S. Hansen, ið starvast á Føroyamálsdeildini, stendur fyri skeiðnum.
16.04.2012Skrivað hevur: Zakaris Svabo Hansen
Ókeypis snarskeið í føroyskari rættskriving

Hjá nógvum kann vera torført at meta um, nær orð hava -ð og nær sagnorð skulu enda við -ir ella -ur og so framvegis. Við hesum skeiðnum verður roynt at veita nøkur amboð, sum skulu vera við til at basa hesum ivamálum tá uppgávur o.a. skulu skrivast , men eisini í gerandisdegnum.

Um tú kennir teg sjálvan aftur, so er bara at leita í hølini hjá Østrøm 16. apríl.


Skeiðið er alment og ókeypis.   

Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult