Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS

Seturskjakið - Føroyskt í altjóðagerðini

Hóskvøldið 26. apríl 2012 kl. 19.30 verður aftur skipað fyri almennum kjakkvøldi kallað "Seturskjakið". Evnið hetta kvøldið er "Føroyskt í altjóðagerðini - fleirmálsligur gerandisdagur".
26.04.2012
Seturskjakið - Føroyskt í altjóðagerðini

Tiltakið verður skipað soleiðis, at fyrst fara Jógvan í Lon Jacobsen og Hjalmar P. Petersen at hava hvør sína framløgu um evnið. Eftir hetta verður so kjak, har eisini eitt panel er sett. Áhoyrarar til tiltakið eru eisini ætlaði at luttaka í kjakinum, sum verður stýrt av orðstýrara.


Tiltakið verður hóskvøldið 26. apríl 2012 kl. 19.30 í Østrøms Fabrik, á Skálatrøð í Tórshavn.


Seturskjakið er alment tiltak har øll eru hjartaliga vælkomin.

Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult