Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Um Setrið

Tann 1. august 2008 var ein søguligur dagur hjá Fróðskaparsetri Føroya, tí henda dag vórðu Læraraskúlin, Sjúkrarøktarfrøðiskúlin og tað, sum fyrr nevndist Fróðskaparsetur Føroya (Føroyamálsdeildin, Náttúruvísindadeildin og Søgu- og samfelagsdeildin), løgd saman í ein stovn undir navninum Fróðskaparsetur Føroya.

Talan var tá um, at Løgtingslóg nr 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya varð sett í verk. Hendan varð aftur broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 8. mai 2012.

Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini, har hetta er ásett í lógini. Endamálið er í einum at menna granskingina og dygdina í undirvísingini umframt at skapa karmar um nýskapandi undirvísing og útbúgving á Fróðskaparsetrinum.

Nýggja lógin sæst her.

Stovnurin er í høvðusheitum alment fíggjaður, tvs. at stovnurin fær eina árliga játtan á løgtingsfíggjarlógini, sum fyri fíggjarárið 2017 er áljóðandi 84.466 tkr.

Seinnu árini eru fleiri eksternt fíggjaðar verkætlanir settar í verk. Her er talan um bæði Ph.D. og aðrar granskingarverkætlanir, sum verða fíggjaðar av Granskingarráðnum, Forskningsstyrelsen, oljufeløgum o.s.f.

Aðalmálið hjá Fróðskaparsetrinum er burðardygg menning av føroyska samfelagnum.
Í 2014 var eitt strategiskjal kunngjørt, sum setir karmar og mál fyri menningina av Fróðskaparsetri Føroya 2014-2024.

Strategiskjalið sæst her.

Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult