Fróðskaparsetur Føroya
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
Leys størv
Grunnur Jóannesar og Gunhildar í Dalsgarði
Endamálið hjá grunninum er sambært §2 í viðtøkunum at stuðla mentunarligum tiltøkum hjá Fróðskaparsetri Føroya. Mál sum hava eitthvørt við føroyskan landbúnað at gera hava fyrimun.
Stovnsfæið í grunninum er arvurin eftir Jóannes og Gunhild í Dalsgarði í Skálavík, sum í testamenti hava latið arvin til umsiting hjá Fróðskaparsetrinum. Viðtøkurnar áseta at rektarin er formaður í nevndini fyri grunnin, umframt rektaran eru tveir nevndarlimir, sum vera valdir millum fasta vísindastarvsliðið á Fróðskaparsetrinum. Setursráðið velur limirnar.
Viðtøkurnar fyri Dalsgarðsgrunnin