
Bergur D. Hansen
Samband
Telefon:+298 292542Teldupostur:bergurdh(at)setur.foUm Berg
Útbúgving
Cand. mag í komparativari bókmentasøgu og søgu við ískoytisnámi í norðurlendskum máli, Århus Universitet 1998.
Prógv í ástøðiligum og verkligum námsfrøði fyri studentaskúlalærarar, Mentamálaráðið og Risskov Amtsgymnasium 2002
Phd.lesandi í bókmentum 2011.
Undirvísing
Undirvísir í bókmentagreining, bókmentafrøði og bókmentasøgu.
Granskingarverkætlan
Phd-verkætlan: Ferðafrásagnir K.O. Viderøs.
Harumframt limur í granskingarsamstarvinum "NorLyr - Netværket Nordisk modernistisk Lyrik"
Gransking
Aktuellar verkætlanir
Ph.d-verkætlan Heima er ikki til – ferðafrásagnir K.O. Viderøs
Verkætlanarlýsing
Við støði í teirri hevd, sum evropeiskar ferðafrásagnir byggja á, verða ferðafrásagnir K.O. Viderøs bókmentasøguliga bólkaðar og greinaðar.
Uppi í hesum er m.a. ein viðgerð og áseting av tekstslagi. Spurningurin um tekstslag snýr tó ikki einans um bólking, men um týdningin tekstslagið hevur fyri okkara hugsan um skaldskap og um eg’ið/frásagnarfólkið í skaldskapi.
Viderø ger upp við tey krøv, sum galdandi eru fyri bæði skaldsøguna og fyri siðbundnu ferðafrásøgnina, hann skapar eitt nýtt fleirtáttað tekstslag. Ein tesa í verkætlanini er, at tað í ferðafrásagnum hansara ber til at eygleiða eina - at síggja til - paradoksala gongd: hann heldur fast um sín føroyska uppruna, men leitar samstundis burtur frá Føroyum og føroyskari mentan, og hann skapar í hesi leitan síni eitt egið mál og í grundini sína egnu tíð og sítt egna stað – sín egna bachtinska kronotop.
Við tilvísing til amerikanska bókmentafrøðingin Dennis Porter kann hetta lýsast sum eitt slag av øvugtum “mapping”, har Viderø – í staðin fyri at leggja tað fremmanda undir seg – villist og broytist, men uttan at siga grundleggjandi tilverutulkingar úr einari farnari tíð frá sær. Úr hesum sprettur eksistentiella tyngdin í ferðafrásagnum hansara.
Tá ræður um myndamál, brúkar Viderø serliga samanburðir, t.d. verður tað fremmanda og ófrættakenda borið saman við okkurt kent og heimligt. Tilsipingarnar til aðrar tekstir eru mangar (Bíblian, Nietzsche, Spinoza, Schopenhauer, Spengler, griksk epos, kvæði, sagnir o.s.fr.), og tær verða endurtiknar aftur og aftur og virka sum leiðmotiv og sum eitt slag av rýmingar- og sambindingarleiðum. Men hvagar? Hvør var grundleggjandi drívmegin í leitan Viderøs? Hvat var endamálið, hvat dró hann út í heim og inn í seg sjálvan? Og verður hetta orðað í ferðafrásagnum hansara?
Útgávur
Greinir
2013 "Heimloysi sum tekstslag", i prenting, Fróðskaparrit 59. bók
2012 "Orðdeyvur Goethetróndur", Malunarmót, Fróðskapur
2008 "Gamla Grikkaland", Platon:Drykkjuveitslan og aðrar samrøður, Fróðskapur
CV
Persónsupplýsingar
Føddur: 25.12.1968 Tórshavn
Úbúgving
2002 prógv í ástøðiligum og verkligum námsfrøði fyri studentaskúlalærarar, Mentamálaráðið og Risskov Amtsgymnasium
1998 cand.mag. í komparativari bókmentasøgu og søgu við ískoytisnámi í norðurlendskum máli, Århus Universitet
Starvsbreyt
2012 Adjunktur í bókmentasøgu, Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya
2011- Phd-verkætlan: Heima er ikki til. Ferðafrásagnir K.O. Viderøs. Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya. Játtan frá Granskingarráði Føroya og Fróðskaparsetri Føroya.
2011 Undirvísingargongd í bókmentasøgu á Føroya Læraraskúla
2011 Undirvíst á námsfrøðiligari útbúgving fyri lærarar í føroysku
miðnámsútbúgvingunum
2007-2011 Leysalærari í bókmentagreining á Føroyamálsdeildini, Fróðskaparsetur Føroya
2008 Undirvíst á námsfrøðiligum innleiðsluskeiði fyri lærarar í føroysku miðnámsútbúgvinginum
1998-2011 studentaskúlalærari í donskum og søgu, Føroya Studentaskúli & HF-Skeið í Hoydølum
1994-1996 knýttur at forlagnum Klim sum bókmentaligur ráðgevi
Fyrisitingarlig ábyrgdarøki, nevndararbeiði.
Limur í úrvalsnevnd í sambandi við føroysku luttøkuna á bókamessuni í Frankfurt 2011 (2010)
Limur í nevndini, sum ger uppskot til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina 2002-2012, formaður 2008-2012
Limur í dómsnevndini fyri Norðurlendsku Bókmentavirðislønina (2008-2012)
Limur í uppgávunevnd til próvtøkur á HF og HH 2009-2013
Limur í setanarnevnd til setan av rektara á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum 2007
Limur í arbeiðsbólkinum sum skrivaði "Álit um endurskoðan av skrivliga arbeiðinum í føroysku gymnasialu útbúgvingunum" (2007)
Limur í uppgávunevnd í samband við námsfrøðiliga útbúgving fyri miðnámsskúlalærarar (2006-)
Annað virksemi
Bókaummæli og bókmentagreinar í føroyskum miðlum og aðrastaðni, m.a.:
Bergur hevur havt mongd av bókmentaligum greinum, viðmerkingum og ummælum í føroyskum bløðum og ritum og í útvarpi og sjónvarpi. Hann hevur hildið fyrilestrar og luttikið í almennum kjaki.
Seinastu greinar í bløðum og ritum - úrval:
- “Tí grøn eru grá hús”, Varðin bd. 79, 2012
- “Um skuggar og anti-politiskan politikk”, Varðin bd. 79 , 2012
- “Beiskur yrkjari gloymir at yrkja”, Dimmalætting 01.11.2012
- “Hvør sá hvat?”, Dimmalætting 29.12.2011
- “Nýtt og gott gamalt” Dimmalætting 20.07.2011
Aðrar greinar
- Listar eru óendaligir", Dimmalætting 16.12.2009
- "Jeg forbanner tidens elv", røða hildin í sambandi við handanina av Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins til Per Petterson í Stokkhólmi 27.10.2009
- "Lætt og leskiligt", Dimmalætting 15.08.2008
- "Eldfim orð í dularbúna", Dimmalætting 25.10.2007
- "Nýtt, slóðbrótandi føroyskt tíðarrit", Sosialurin 22.09.2006
- "Uppgerð í útlegd", Varðin bd. 73, 2006
- "Hvør var Nimrod?", ummæli lisið upp í sendingini “Kultura”, ÚF, 07.03.2005
- "Gávur skulu rindast aftur", ummæli lisið upp í sendingini “Kultura”, ÚF, 05.12.2005
- "Gráir týdningar", ummæli lisið upp í sendingini “Kultura”, ÚF, 16.12.2003
- "Hugtøk í bókmentafrøði", Frøði nr. 1, 2000
- "Tá orðini fara á flog", Dimmalætting 14.08.1997