Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
Frágreiðing um undirvísing

Verandi undirvísing::  Tvørvísind, problemorienterað projektarbeiði, vísindasøga, samfelagsteori.

Eri í gongd við at byggja upp eina nýggja samfelagsvisindaliga bachelor, hetta innan “sosiala analysu og samfelagsplanlegging”. Eisini arbeiði eg við eini ætlan, at seta gongd á bachelor innan “virkisorganisering og leiðslu”.

Á norðurlendska pallinum arbeiði eg við eini ætlan um at fáa gongd á Ph.D-skúla í samfelagsvísind, hetta í samstarvi við universitet í Grønlandi, Íslandi, Noregi og Danmark.

Undirvísingarkompetansur: Innovasjón, entreprenørskapur, projektleiðsla, leiðsla, lokal og regional menning og planlegging, globalisering, generel sosiologi, økonomisk sosiologi, politisk økonomi.

Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult