Leys størv

Ólavur Christiansen
Samband
Telefon:+298 292584Teldupostur:olavurc(at)setur.foUm Ólavur
Undirvísing
- Skeiðið búskapur og samfelag
- Skeið í granskingarmetodu (m.a. “classic grounded theory”)
- Skeið í hagfrøði
Granskingar áhugamál
Nýtsla og framhaldandi menning av ”classic grounded theory” sum granskingarmetodu.
Nýtsla av hesi metodu til:
• Menning av einum nýggjum ástøði um vinnuvirkið og virkisleiðslu (hetta er í høvuðsheitum lokið)
• Menning av nýggjum hættum til ráðgeving og leiðslu av virkjum og stovnum
• Menning av einum nýggjum ástøði um makrobúskaparligan politikk í Føroyum og aðrastaðn
Seinastu altjóða útgávur
Tríggjar av niðanfyri standandi greinum eru endurútgivnar sum kapitlar í bók útgivin í USA:
- Holton, J.A. & Glaser, B.G., Eds. (2012). The Grounded Theory Review Methodology Reader: Selected Papers 2004-2011. Mill Valley, CA: Sociology Press.
Greinirnar hava hesar titlar:
- Ólavur Christiansen: The Literature Review in Classic Grounded Theory Studies: A methodological note.
- Ólavur Christiansen: The rationale for the use of classic GT.
- Ólavur Christiansen: A simpler understanding of classic GT and how it is a fundamentally different methodology.
- Ólavur Christiansen,. (2011). The Literature Review in Classic Grounded Theory Studies: A methodological note. The Grounded Theory Review, vol.10, no.3, pp.21-25
http://groundedtheoryreview.com/wp-content/uploads/2012/06/vol-10-no-3.pdf - Ólavur Christiansen. 2011. “Rethinking ‘quality’ by classic grounded theory”. International Journal of Quality and Service Sciences, Vol. 3, No 2, pp. 199-210
http://www.emeraldinsight.com/journals.htm?articleid=1939448&ini=aob - Ólavur Christiansen. 2008. The rationale for the use of classic GT. Grounded Theory Review: An International Journal, Vol. 7, No. 2, pp. 19-38.
- Ólavur Christiansen. 2007. A simpler understanding of classic GT and how it is a fundamentally different methodology. Grounded Theory Review: An International Journal, Vol. 6, No. 3, pp. 39-61.
http://groundedtheoryreview.com/wp-content/uploads/2012/06/GT-Review-vol6-no3.pdf - Barney Glaser, Ólavur Christiansen. 2007. Opportunizing. Pp. 219-223 í Barney Glaser & Judith Holton (eds). The Grounded Theory Seminar Reader. Mill. Valley, California: Sociology Press.
- Ólavur Christiansen. 2007. A simpler understanding of classic GT: How it is a fundamentally different methodology. Pp. 401-418 í Barney Glaser & Judith Holton (eds). The Grounded Theory Seminar Reader. Mill. Valley, California: Sociology Press.
- Ólavur Christiansen. 2006. Opportunizing: A classic grounded theory study on business and management. Grounded Theory Review: An International Journal, Vol. 6, No. 1, pp. 109-133
http://groundedtheoryreview.com/wp-content/uploads/2012/06/GT-Review-vol6-no1-PDF.pdf - Ólavur Christiansen. 2005. The Theory of "opportunizing" and the sub-process of "conditional befriending". Journal of Business & Economics Research, Vol. 3, No. 4, pp. 73-88
Undirvísing
Frágreiðing um undirvísing
• Havi undirvíst í marknaðarføring á Handilsháskúlanum í Keymannahavn (nú CBS) 1983-87.
• Havi undirvíst í hagfrøði á Føroya Handilsskúla 1995-2000 (HD-nám skipað av Handilsháskúlanum í Aarhus).
• Havi undirvíst í altjóða búskapi á Føroya Handilsskúla 2009-11
• Havi undirvíst í virkisbúskapi, herundir roknskaparlæru, á Føroya Handilsskúla 2010/11
• Havi undirvíst í nógvum lærugreinum á Fróðskaparseti Føroya frá 2000 og til í dag: ástøðilig hagfrøði, praktisk hagfrøði, hagfrøði við nýtslu av KT, búskaparfrøði (mikro og makro), búskaparfrøði fyri søgulesandi, búskaparsøgu, granskingarmetodum, og vísindaástøði saman við granskingarmetodum
• Eg havi hildið nógvar fyrilestrar, havi tíverri ikki talið. T.d. havi eg medvirkað í sjónvarpssendingum um føroyskan búskap og fíggjarviðurskifti, herundir granskað fyri Sjónvarp Føroya í búskaparligum og fíggjarligum spurningum, ið hava verið viðgjørdir í serligum sendingum har eg eisini havi medvirkað. Seinasti fyrilesturin hjá mær var um evnið “consciousness-based education”, ið eg í 2010 helt fyri lærarunum á Føroya Handilsskúla í Tórshavn.
Lýsing av undirvísing
Eg royni miðvíst at grunda mína undirvísing í búskaparfrøði á mína gransking í búskaparfrøði (har eg nýti ”classic grounded theory” háttalagið). Sí her uppritið ”produktivitetur, vøkstur, transformatión, materielt livistøði og arbeiðsvirkni” ið eg byrji undirvísingina í búskaparfrøði við.
Gransking
Lýsing av granskingini
Nýtsla og framhaldandi menning av ”classic grounded theory” [http://www.groundedtheory.com/what-is-gt.aspx] sum granskingarmetodu. Hetta er ein metoda til at skapa ástøði beinleiðis úr dátum (t.v.s. ástøði sum eru grundað í dátum). Fyrsta stigið er at finna ”kjarnuvariabulin”, ið forklárar mest av variatiónini í dátunum. Næsta stigið er skapa eitt ástøði ”rundan um” kjarnuvariabulin.
Nýtsla av hesi metodu til:
• Menning av einum nýggjum ástøði um vinnuvirkið og virkisleiðslu (hetta er í høvuðsheitum lokið)
• Menning av nýggjum hættum til ráðgeving og leiðslu av virkjum og stovnum. Hetta arbeiðið er í gongd.
• Menning av einum nýggjum ástøði um makrobúskaparligan politikk í Føroyum og aðrastaðni. Hetta arbeiðið er eisini í gongd. Hetta merkir at tvær granskingarætlanir eru í gongd samstundis.
Publikatiónslitin vísir loknar undir-verkætlanir
Verkætlanir
Ph.D. verkætlanin var lokin 2007 tá Ph.D. ritgerð var vard og góðkend við lærda háskúlan í Aalborg. Aðrar publiseringar við grundstøði í hesi ritgerð vóru loknar nakað seinni. Úrslitið av hesi verkætlan var parvíst menning av eini granskingarmetodu [Sí www.groundedtheory.com/what-is-gt.aspx],
og serstakliga skapanin av einum heilt nýggjum ástøði um vinnuvirkið og virkisleiðslu.
Eftir standa avbjóðingarnar at gagnnýta úrslitini av hesi gransking í praksis. Sum svar upp á hesar avbjóðingar eru tvær granskingarverkætlanir í gongd samstundis:
• Menning av nýggjum hættum til ráðgeving og leiðslu av virkjum og stovnum.
• Menning av einum nýggjum ástøði um makrobúskaparligan politikk í Føroyum og aðrastaðni.
Aktuellar verkætlanir
• Menning av nýggjum hættum til ráðgeving og leiðslu av virkjum og stovnum. Í hesi verkætlan verður roynt at skipa eitt altjóða netverk, m.a. gjøgnum mín leiklut sum ”fellow” í ”grounded theory Institute” og at fáa samvinnu við virki, herundir altjóða ráðgevingarvirki.
• Menning av einum nýggjum ástøði um makrobúskaparligan politikk í Føroyum og aðrastaðni. Í hesi verkætlan er ætlanin at arbeiða saman við føroyskum granskara.
Útgávur
Seinastu altjóða útgávur
Tríggjar av niðanfyri standandi greinum eru endurútgivnar sum kapitlar í bók útgivin í USA:
- Holton, J.A. & Glaser, B.G., Eds. (2012). The Grounded Theory Review Methodology Reader: Selected Papers 2004-2011. Mill Valley, CA: Sociology Press.
Greinirnar hava hesar titlar:
- Ólavur Christiansen: The Literature Review in Classic Grounded Theory Studies: A methodological note.
- Ólavur Christiansen: The rationale for the use of classic GT.
- Ólavur Christiansen: A simpler understanding of classic GT and how it is a fundamentally different methodology.
- Ólavur Christiansen,. (2011). The Literature Review in Classic Grounded Theory Studies: A methodological note. The Grounded Theory Review, vol.10, no.3, pp.21-25
http://groundedtheoryreview.com/wp-content/uploads/2012/06/vol-10-no-3.pdf - Ólavur Christiansen. 2011. “Rethinking ‘quality’ by classic grounded theory”. International Journal of Quality and Service Sciences, Vol. 3, No 2, pp. 199-210
http://www.emeraldinsight.com/journals.htm?articleid=1939448&ini=aob - Ólavur Christiansen. 2008. The rationale for the use of classic GT. Grounded Theory Review: An International Journal, Vol. 7, No. 2, pp. 19-38.
- Ólavur Christiansen. 2007. A simpler understanding of classic GT and how it is a fundamentally different methodology. Grounded Theory Review: An International Journal, Vol. 6, No. 3, pp. 39-61.
http://groundedtheoryreview.com/wp-content/uploads/2012/06/GT-Review-vol6-no3.pdf - Barney Glaser, Ólavur Christiansen. 2007. Opportunizing. Pp. 219-223 í Barney Glaser & Judith Holton (eds). The Grounded Theory Seminar Reader. Mill. Valley, California: Sociology Press.
- Ólavur Christiansen. 2007. A simpler understanding of classic GT: How it is a fundamentally different methodology. Pp. 401-418 í Barney Glaser & Judith Holton (eds). The Grounded Theory Seminar Reader. Mill. Valley, California: Sociology Press.
- Ólavur Christiansen. 2006. Opportunizing: A classic grounded theory study on business and management. Grounded Theory Review: An International Journal, Vol. 6, No. 1, pp. 109-133
http://groundedtheoryreview.com/wp-content/uploads/2012/06/GT-Review-vol6-no1-PDF.pdf - Ólavur Christiansen. 2005. The Theory of "opportunizing" and the sub-process of "conditional befriending". Journal of Business & Economics Research, Vol. 3, No. 4, pp. 73-88
CV
Persónsupplýsingar
Føddur í 1950 í Tórshavn og uppvaksin við Gjógv. Studentsprógv frá Føroya Studentaskúla í 1969. Búði í Danmark 1969-1988, hevur síðan búð í Føroyum.
Útbúgving
- Cand. polit. frá lærda Háskulanum í Keypmannhavn 1977
- Cand.scient.soc. frá lærda Háskúlanum í Keypmannhavn 1983
- Ph.D. frá lærda Háskúlanum í Aalborg 2007
Størv
- 2009 - Undirvísir á Føroya Handilsskúla og lektari í búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum
- 2000 - 2008 Lærari og granskari á Fróðskaparsetri Føroya, Søgu- og Samfelagsdeildin
- 1987 - 2000 Fulltrúi á Hagstovu Føroya
- 1987 – 1987 Fulltrúi á Ríkisgrannskoðarastovni Danmarkar
- 1985 – 1987 Hagfrøðiligur ráðgevi og grannskoðari innanhýsis grannskoðanini hjá Kjøbenhavns Handelsbank
- 1979 – 1985 Fulltrúi á Almannastýrinum í Danmark (stovnur undir danska Almannamálaráðnum)
- 1979 – 1979 Fulltrúi á donsku Hagstovuni
- 1987 – 1979 Marknaðargranskingarráðgevi á vinnugranskingarstovninum “Observa” í Keypmannahavn.
Fyrilestrar
Eg havi hildið nógvar fyrilestrar, sum eg tíverri ikki havi talið á. Seinasti fyrilesturin hjá mær var um evnið “consciousness-based education”, ið eg í 2010 helt fyri lærarunum á Føroya Handilsskúla í Tórshavn.
Administrative responsibilities/
Fyrisitingarlig ábyrgdarøkir
• Eg eri ein av 12 “fellows” á “The Grounded Theory Institute” í Mill Valley, California. Hetta “institutt” er stovnað av Barney Glaser, ið fann fram til “classic grounded theory” háttalagið, og sum í dag er ein hin mest citeraði granskari innan samfelagsvísindi. “Instituttið” umboðar eitt ovurstórt altjóða netverk av granskarum og eisini praktikarum. Sí www.groundedtheory.com/what-is-gt.aspx
• Eg eri “peer review editor” fyri “Grounded Theory Review – An International Journal”.
• Eg havi gjørt “peer review” fyri “Production Planning & Control Journal”.
• Eg var limur av tí ráðgevandi trýmannanevnd, ið Mentamálaraðið í 1999 setti til at meta um tørvin fyri stovnseting av einum granskingardepili fyri økismenning.
• Eg havi luttikið í øðrum “peer review” arbeiði. T.d. var eg í februar 2011 opponentur í sambandi við verju av eini doktararitgerð við “Stockholm University School of Business”.
• Fyri Mentamálaráðið havi eg saman við øðrum gjørt uppskot til námskrøv og námsætlnanir fyri frálæruna í búskaparfrøði á føroysku handilsskúlunum.
• Eg var fyrsti nevndarformaðurin fyri Landsbanka Føroya aftaná stovnan í 1987.
• Eg havi verið varalimur í Kappingarráðnum.
Granskingarstuðul
- BP Amoco stuðlaði míni PhD granskingarverkætlan ið var lokin í 2007.
Annað virksemi
Fjølmiðlar
- Eg havi t.d. medvirkað í sjónvarpssendingum um føroyskan búskap og fíggjarviðurskifti, herundir granskað fyri Sjónvarp Føroya í búskaparligum og fíggjarligum spurningum, ið hava verið viðgjørdir í serligum sendingum har eg eisini havi medvirkað.
- Eg havi gjøgnum árini skrivað einar 50 greinar um føroyskan búskap.
Eg havi skrivað tvær lutvíst granskingargrundaðar bøkur á føroyskum máli:
- Ólavur Christiansen. 1990. Búskapur og politikkur, áttatiárini og framtíðin Forlagið Føroyaklettur, Tórshavn, 1990. 200 síður. Seld í 2000 eintøkum.
- Ólavur Christiansen. 1998. Villinistíggir upplýstir. Forlagið Føroyaklettur, Tórshavn, 1998. 220 síður. Seld í 3000 eintøkum.