Leys størv

Zakaris Svabo Hansen
Samband
Telefon:+298 352533Teldupostur:zakarish(at)setur.foUm Zakaris
Útbúgving
Mag.art. í norðurlendskari filologi á universitetinum í Keypmannahavn í 1995.
Ph.d.-lesandi við universitetið í Edinburgh síðani 2006.
Undirvísing
Mállæra og málnýtsla á BA og setningafrøði og máltøka/barnamál á MA.
Granskingaráhugamál
Setningafrøði, merkingarfrøði, bendingarfrøði, orðabókafrøði og máltøka.
Seinastu útgávur
Føroysk-donsk orðabók, 2010. Høvuðsritstjóri
Gransking
Gransking
Hevur mest arbeitt við orðabókafrøði og var við í ritstjórnini á Føroyskari orðabók 1998. Høvuðsritstjóri á Føroyskari-danskari orðabók, sum kom út í 2010. Árini 2006-2009 granskari í granskingarverkætlan um føroyska setningafrøði við universitetið í Edinburgh. Í tí sambandi eru kanningar gjørdar og vísindaligar greinir skrivaðar.
Aktuellar verkætlanir
Ph.d verkætlan
Arbeiðir í løtuni við ph.d.-verkætlan, ið søguliga og samtíðarliga skal lýsa setningafrøðiligar og morfologiskar broytingar í føroyskum.
Lærubók í málfrøði
Arbeiðir í løtuni saman við øðrum málfrøðingum við eini lærubók í málfrøði ætlað studentum og øðrum áhugaðum. Hetta eru greinar um ymisk málfrøðilig evni (t.d. mállæru, ljóðfrøði, pragmatikk, merkingarfrøði, purismu, samfelagsmálvísindi).
Evolution of Semantic Systems
Við í niðurlendskari verkætlan, Evolution of Semantic Systems, sum granskar merkingarligan líkskap og mun millum nógv ymisk (leinki).
Hevur saman við Jógvani í Lon Jacobsen og Jonhardi Mikkelsen ábyrgdina av tí føroyska partinum av ISLEX-verkætlanini, sum er ein íslendsk-norðurlendsk netorðabókarverkætlan.
Lidnar verkætlanir
Føroysk-donsk orðabók - kom út 2010
Verkætlan um føroyska setningafrøði á The University of Edinburgh
Føroyskur markari. Verkætlan saman við Heina Justinussen, endað á vári 2005
Útgávur
Bøkur
Føroysk orðabók. Ritstjórn: Jóhan Hendrik W. Poulsen, Marjun Simonsen, Jógvan í Lon Jacobsen, Anfinnur Johansen, Zakaris Svabo Hansen. 1998. 1483 bls. Føroya Fróðskaparfelag. Tórshavn.
Höskuldur Þráinsson, Hjalmar P. Petersen, Jógvan í Lon Jacobsen, Zakaris Svabo Hansen: Faroese. An Overview and Reference Grammar. 2004. 501 síður. Føroya Fróðskaparfelag, Tórshavn.
Føroysk-donsk orðabók. Høvuðsritstjóri: Zakaris Svabo Hansen. Hjálparritstjóri: Hans Joensen. 2010. 993 bls. Orðabókagrunnurin. Tórshavn.
Ritstjórnað
Sýnisstubbar. Heiðursrit við 25 stuttum greinum til Anfinn Johansen á 40 ára degnum 16. desember 1993. Ritstjórnað saman við øðrum. Útgivið 1994. Málting & Sprotin.
Nordiske studier i leksikografi 6. Rapport fra Konference om leksikografi i Norden, Tórshavn 21.-25. august 2001. 418 bls. Ritstjórnað hava Zakaris Svabo Hansen og Anfinnur Johansen. Tórshavn 2003.
Eivindarmál. Heiðursrit til Eivind Weyhe á seksti ára degi hansara 25. apríl 2002. 386 bls. Ritstjórnað Anfinnur Johansen, Zakaris Svabo Hansen, Jógvan í Lon Jacobsen, Malan Marnersdóttir. Føroya Fróðskaparfelag. Tórshavn 2002.
Greinir
"Orðasøga - eiðasørur". Málting 2, Tórshavn 1991.
"Um skriftmálið". Málting 3, Tórshavn 1991.
"Ein ferð inn í føroyskt". Bókarummæli. Málting 8, Tórshavn 1993.
"Fyrr enn áður". Sýnisstubbar, Tórshavn 1994.
"Merkingarlig viðurskifti í ávísum norrønum tíðareykasetningum". Málting 13, Tórshavn 1995.
"Nýggja danska-føroyska orðabókin". Umrøða saman við Jógvani í Lon Jacobsen. Málting 15, Tórshavn 1995.
"Redigeringssystemet RiSt - udviklet og anvendt i et færøsk ordbogsmiljø". Saman við Peturi Zachariassen. Nordiske studier i leksikografi III, Reykjavík 1996.
"Føroyskt nú og í framtíðini". Tíðarritið FOVU Dialog i nordisk folkbildning och vuxenundervisning, no. 1, Göteborg 1996.
"Um hvussu føroysk børn læra føroyskt - fyribils úrslit". Saman við Dianne Jonas og Jógvani í Lon Jacobsen. Málting 19, Tórshavn 1997.
"Orðabókaarbeiði í lítlum málsamfelag". Málting 20, Tórshavn 1997.
"Leksikografi i et lille sprogsamfund - fordele og ulemper". LexicoNordica 4. Tidsskrift for leksikografi i Norden. 1997.
Saman við øðrum evnað til Orðalista í Góðskustýring. Menningarstovan . Tórshavn 1996.
“Faroese – a diachronic and synchronic overview”. In: Thomas Stolz (ed.): Minor Languages of Europe. A Series of Lectures at the University of Bremen April-July 2000. Universitätsverlag Dr. N. Brockmeyer. Bochum 2001: 123-141.
“Udredning om domænetab og sprogpolitiske initiativer i færøsk”. Frágreiðing saman við Jógvani í Lon Jacobsen, Anfinni Johansen, Mariusi Staksberg og Hjalmari P. Petersen 2001. Ikki útgivið, men tøkt á netinum.
“Nøkur brigdi í Føroyskari orðabók”. In: Eivindarmál. Heiðursrit til Eivind Weyhe á seksti ára degi hansara 25. apríl 2002. Føroya Fróðskaparfelag. Tórshavn.
”Kicking and alive. Färöisch, eine nordische ”Kleinsprache””. In: Sabine Gorsemann (útg.): Die Färöer im Fokus. Mülheim a.d. Ruhr 2002.
”Faroese”. Grein saman við Jógvani í Lon Jacobsen og Eivindi Weyhe. In: Germanic Standardizations. Past to Present. Edited by Ana Deumert and Wim Vandenbussche. John Benjamins Publishing Company, Amsterdam/Philadelphia 2003: pp. 157-191.
”Faroese Orthography”. In: Útnorður. West Nordic Standardisation and Variation. Papers from a Symposium in Stockholm October 7th 2001. Edited by Kristján Árnason. University of Iceland Press. Reykjavík 2003: pp. 153-162.
“Ny udgave af Færøsk-dansk ordbog”. Grein saman við Hans Joensen. Í: Nordiske studier i leksikografi VII, Oslo 2005.
“(Re)discovering an auxiliary/main verb distinction in Scandinavian children”. 2009. Grein skrivað saman við Caroline Heycock, Antonella Sorace og Frances Wilson. 2009. Í: J. Costa et al. (eds): Language Acquisition and Development: Proceedings of GALA 2009.
“V-to-I and V2 in Subordinate Clauses: an Investigation of Faroese in Relation to Icelandic and Danish”. Grein skrivað saman við Caroline Heycock og Antonella Sorace. 2010. Í: Journal of Comparative Germanic Linguistics 13,1: 61-97.
“Residual V-to-I in Faroese and its lack in Danish: detecting the final stages of a syntactic change”. 2011. Grein skrivað saman við Caroline Heycock, Antonella Sorace, Sten Vikner og Frances Wilson. Í: Working Papers in Scandinavian Syntax 87: 137-165.
Týðingar
Heimurin í hagtølum og evnum. 1999. Týtt saman við Heðini Hammer. 183 blaðsíður. Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn.
Hans Henrik Huss: Góðskutrygging í fiskiídnaðinum. 1999. 106 blaðsíður. Menningarstovan. Tórshavn.
William Heinesen: Minningarorð um ein eiturkopp…; Góðan dag, máni - góðan dag, vinur mín; Í valdi stóra Ormsins. 2000. Í: William Heinesen – Stjørnuskaldið undir Varða. Føroya Skúlabókagrunnur.
Týtt tilfar um tilbúgving í oljuvinnuni úr norskum, umleið 60 blaðsíður. Óprentað.
Norðurlandamál við rótum og fótum. 2004. Týtt til føroyskt saman við Óla Jákup Niclasen. Norðurlendska ráðharraráðið. Keypmannahavn.
Týddar greinir
Haldur S. Johansen: Fremmandamál og móðurmál. Málting 10:39-46
Michael P. Barnes: Nýggjar hugsanir um fyrisetingina við í føroyskum (týtt saman við øðrum). Málting 10:23-36.
Endre Brunstad: Eitt sindur um stavseting av nýnorskum, frísiskum og føroyskum skriftmáli í 19. øld. Málting 14:8-19.
Kirstin Didriksen: Málið sum spegil (týtt saman við øðrum). Málting 18:2-8.
Michael P. Barnes: Málslig endurskipan – úr føroyskum sjónarhorni (týtt saman við Mariusi Staksberg). Málting 23:20-28
Birgit Jacobsen: Tvímæltur uppvøkstur í Føroyum. Málting 26:2-12.
Málsligur ráðgevi og rættlesari
Kirstin Didriksen: Glottar úr kvinnulívi; Ove; Tey vóru ung undir krígnum
Álit um útbúgvingarpolitikk. Undirvísingar- og mentamálastýrið 1999.
Janet Johannesen: Bók um innaneftirlit í fiskivinnuni. 1999.
William Heinesen – Stjørnuskaldið undir Varða. Ritstjórn: Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen. 2000.
Jóanes Nielsen: Undergroundting 2.
Carl Jóhan Jensen: Rúm; Mentir og mentaskapur; Ó – søgur um djevulskap + einstøk yrkingasøvn.
Palli Gregoriussen: Kirkjurnar í Føroyum 1-3.
Nakrar barna- og ungdómsbøkur hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags
Turið Kjølbro (ritstj.): Okkara millum
CV
Persónsupplýsingar
Zakaris Svabo Hansen, føddur 9.5.1962 í Tórshavn
2006-2009: Í farloyvi og starvsettur sum granskari í granskingarverkætlan um føroyska setningafrøði við universitetið í Edinburgh, Skotlandi.
Apríl 2008: Hildið skeið í føroyskum á Universität Zürich, Sveis.
Heystið 2005: Lærari á almennum skeiði í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya.
Summarið 2005: Stílað fyri og undirvíst á Altjóðaskeiði á Føroyamálsdeildini
Summarið 2004: Undirvíst í máli á Altjóðaskeiði í føroyskum á Føroyamálsdeildini
Várið 2004: Lærari á almennum skeiði í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya.
Sumrini 2003&2004: Undirvíst í máli á norðurlendskum summarskeiði á Føroyamálsdeildini
okt.-nov. 2003: Gestalærari í føroyskum á Växjö universiteti, Svøríki.
okt.-nov. 2001: Gestalærari í føroyskum á Växjö universiteti, Svøríki.
10/2000-02/2001: Gestalærari í føroyskum og norðurlendskum á universitetinum í Bremen, Týsklandi.
2000: Orðabókarritsjóri á Føroyamálsdeildini
1999-2000: Lærari á almennum skeiði í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya
Summarið 1999: Undirvíst í føroyskum á norðurlendskum skeiði á universitetinum í Uppsala, Svøríki
1998-2000: Ritstjóri í verkætlan við føroyskari tøkniorðabók
1997-1998: Ársvikarur í føroyskum á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði
1996-1997: Tímalærari í føroyskum á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði
1994-1997: Ritstjóri á móðurmálsorðabókini
1995: Mag.art. prógv í norðurlendskari filologi frá Københavns universitet
1992-1994: Avloysari fyri skrivaran hjá Føroysku málnevndini
1986-1991: Studentarhjálpari við Det arnamagnæanske Institut, Københavns universitet, m.a. við ábyrgd fyri deildarbókasavninum
1985: Exam.art.-prógv á Føroyamálsdeildini
1982-83: Lestrarár í íslendskum máli og bókmentum á Háskóla Íslands
1981: Nýmálsligt studentsprógv frá Føroya studentaskúla
Útbúgving
Mag.art. í norðurlendskari filologi á universitetinum í Keypmannahavn í 1995 við serritgerð í norrønari setningafrøði. Ritgerðin óprentað
Ph.d.-lesandi við universitetið í Edinburgh
Ábyrgdarøki
Føroyskt umboð í serfrøðinganevndini Málráð Norðurlanda.
Nevndarlimur í Norðurlendskum felag fyri orðabókagerð.
Fyrilestrar
1996:
"Føroyskt skriftmál". Fyrilestur á almennari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum 17. apríl 1996.
"Nýggjyrði í føroyskum". Fyrilestur saman við Jógvani í Lon Jacobsen á norðurlendskari ráðstevnu um nýggjyrði í Helsinki 19. og 20. oktober 1996.
"Leksikografi i et lille sprogsamfund - fordele og ulemper". Fyrilestur á norðurlendskari ráðstevnu um orðabókagerð í Keypmannahavn 30. nov. og 1. des. 1996.
2000:
”Faroese in diachronic and synchronic perspective”. Fyrilestur í fyrilestrarøð um fáment mál á universitetinum í Bremen 22. juni 2000.
Fyrilestur um føroyskt fyri norðurlendskar móðurmálslærarar á Hotel Føroyum, Tórshavn, 28. juni 2000.
”Færøsk sprog i diakron og synkron belysning”. Gestafyrilestur á universitetinum i Greifswald, Týsklandi, 22. november 2000.
2001:
”Faroese – an overview”. Gestafyrilestrar á universitetum í München og Zürich, januar 2001.
”Lexicography in a small language community. Focus on Faroese”. Fyrilestur á universitetinum í Bremen, februar 2001.
”Standardisering i færøsk”. Fyrilestur á útnorðursymposium í Stockholmi, oktober 2001.
2002:
”Føroysk rættskriving”. Gestafyrilestur á Háskóla Íslands, Reykjavík, 10. april 2002.
2003:
”Færøsk-dansk ordbog”. Fyrilestur á norðurlendskari orðabókaráðstevnu í Volda/Ørsta, Noregi, mai 2003.
”Færøsk før, nu og i fremtiden”. Fyrilestur hildin á Växjö universiteti 6.11.2003 og á Uppsala universiteti 11.11.2003.
2005:
”Nordisk sprogdeklaration”. Fyrilestur á ráðstevnu um deyva- og teknmál. Tórshavn, august 2005.
2007:
”Investigating embedded V2 and/or V-to-I in Faroese”. Fyrilestur saman við Caroline Heycock og Antonellu Sorace á NORMS Workshop on Verb Placement, Reykjavík 26.1.2007.
”Faroese. An introduction”. Fyrilestur á The University of Edinburgh, mars 2007.
”Collecting and interpreting acceptability judgments using Magnitude Estimation”.
Fyrilestur saman við Caroline Heycock á US-Iceland NSF Workshop, Reykjavík, mai 2007.
2008:
Fyrilestrar og skeið í føroyskum á Universität Zürich, Sveis, 25.-28.4.2008.
”Faroese dialects”. Fyrilestur á ScanDiaSyn-ráðstevnu í Tórshavn, august 2008.
2009:
”Syntactic change in Faroese: the view from Kindergarten”. Fyrilestur hildin í Linguistic Circle, University of Edinburgh, 26.3.2009.
“Syntactic variation in Faroese”. Fyrilestur á LEL Postgraduate Conference, University of Edinburgh, 22.5.2009.
”Syntactic change in Faroese”. Fyrilestur á ScanDiaSyn-ráðstevnu í Älvdalen, Svøríki, 26.8.2009.
”Málpolitikkur í Norðurlondum og Føroyum”. Almennur fyrilestur í Norrøna felagnum hildin í Norðurlandahúsinum 25.11.2009.
Annað virksemi
- Stigtakari til og medritstjóri á Máltingi - tíðarriti um føroyskt mál og málvísindi (1991-2002).
- Saman við øðrum lagt til rættis dagliga máltáttin "Orð og mál" í Útvarpi Føroya frá á heysti 1995 til mai 1998.
- Nevndarlimur í Norðurlendskum felag fyri orðabókagerð frá mai 1999 til mai 2003, formaður august 2001 til mai 2003.
- Høvuðsfyriskipari av Norðurlendskari orðabókaráðstevnu í Tórshavn 22.-25. august 2001.
- Nevndarlimur í Móðurmálslærarafelag Føroya, 2003-2006.
- Formaður fyri Føroysku málnevndini frá oktober 2005 – september 2006.
- Nevndarlimur í Málráð Norðurlanda frá 2004-.
- Nevndarlimur í Norðurlendskum felag fyri orðabókagerð frá mai 2011.