Megindeildin fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi
Megindeildin fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Stýrið fyri Fróðskaparsetri Føroya

Í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya sita sjey limir. Landsstýriskvinnan velur fýra teirra uttan fyri stovnin, starvsfólkini velja tveir og tey lesandi ein lim. Fyri hvønn lim verður varalimur eisini valdur. Valskeiðið er 4 ár, fyri tey lesandi er skeiðið tó 1 ár.

Limirnir uttaneftir skulu hava universitetsútbúgving ella førleika á samsvarandi stigi. Teir skulu til samans hava holla vitan um og gott innlit í universitetsútbúgving og gransking. Limirnir skulu til samans hava leiðsluroyndir frá vinnu og umsiting.

Stýrið er evsti myndugleiki Fróðskaparsetursins. Stýrið velur formann og næstformann millum teir av landsstýriskvinnuni uttaneftir tilnevndu stýrislimir. Varalimur tekur sæti í stýrinum, um vanligum limi berst frá.

Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya

Landsstýriskvinnan hevur valt hesi uttanhýsislimir í stýrið:

  • Herálvur Joensen, cand.jur.LL.M, sendimaður, formaður,
    Varalimur: Kristianna Sjóvará, cand. mag., fulltrúi
  • Jan Mortensen, cand.polyt., stjóri í FT Samskifti, næstformaður,
    Varalimur: Marita Rasmussen, fiskivinnukandidatur, stjóri í Vinnuhúsinum
  • Tove Bull, professari, fyrrverandi rektari, Universitetet i Tromsø. 
    Varalimur: þorsteinn Gunnarsson, rektari, Ph.D, Háskólinn á Akureyri
  • Juanna S. Joensen, assistant professor, cand.scient.oecon., Ph.D., Stockholm School of conomics
    Varalimur: Magni Mohr, cand.scient., Ph.D., ítróttargranskari 


Harumframt hevur landsstýriskvinnan, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum, valt hesar limir og varalimir í stýrið.

  • Winny í Pætursastovu, fulltrúi 
    Varalimur: Dávur Eyðunsson Sørensen, KT-vørður 
  • Ása Róin, útbúgvingarleiðari
    Robert James (Jim) Brown, professari, Ph.D, (Í farloyvi)
  • Sunniva Klæmintsdóttir Olsen, lesandi, frá 1. januar 2012
    Varalimur: Teitur Vágadal, lesandi

Tilmælið er gjørt við støði í valum millum ávikavist starvsfólk og lesandi. Stýrið er sett frá 
1. januar 2009. Tó so at studentaumboð verður tilnevnt fyri eitt ár í senn. 

Her fáast: 

Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult