Kvota 1 ella kvota 2?

Hvør kann søkja inn eftir ymisku kvotuskipanunum?

Til bachelorútbúgvingarnar og hjánám ber til at søkja inn eftir kvotu 1 ella kvotu 2-skipanini.

Hvør kann søkja gjøgnum kvotu 1?

Hevur tú lokið gymnasialt/bókligt miðnámsprógv, kanst tú søkja inn eftir kvotu 1 skipanini.

Til summar útbúgvingar eru serkrøv galdandi, og hesi serkrøv skalt tú lúka í próvnum. Sí her á heimasíðuni undir hvørjari útbúgving sær, um serkrøv eru til útbúgvingina.

Upptøkugrundarlagið fyri upptøku gjøgnum kvotu 1 er miðalpróvtal títt. Tað vil siga, at umsøkjarar við høgum miðaltali verða fyrst tikin inn.

Føroysku gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar eru:

  • Búskaparbreyt (Hægri Handilsskúli) HHX
  • Hugbreyt (Málsligur studentur) Stx spr.
  • Náttúrubreyt (Støddfrøðiligur studentur) Stx mat.
  • Tilfeingisbreyt (Hægri Fiskivinna) HIF
  • Tøknibreyt (Hægri Tøkni) HTx
  • Fyrireikingarbreyt (Hægri Fyrireiking) HF

Hevur tú lokið miðnámsprógv í øðrum norðurlandi (Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki ella Finnlandi), so kanst tú eisini søkja inn gjøgnum kvotu 1. 

Hvør kann søkja gjøgnum kvotu 2?

Um miðaltalið í gymnasiala miðnámspróvnum ikki er nóg gott, ella tú hevur annað javngott prógv á sama stigi ella hægri (t.d. maskinmeistaraprógv, skipsføraraprógv ella annað) ella aðrar fortreytir við javnsettum kunnleika (t.d. starvsroyndir, skeið og frítíðarítriv), søkir tú inn eftir kvotu 2.

Her verða eisini aðrir førleikar enn gymnasiala miðnámsskúlaprógvið tiknir við í metingina, sum t.d. framhaldsútbúgvingar, ískoytisútgúvingar og skeið, arbeiðsroyndir, háskúlauppihald og -skeið, longri steðgir uttanlands, yrkisútbúgvingar, grundgivna  umsóknin, umframt aðrar viðkomandi førleikar. Nærri kunning finst í vegleiðingini til umsóknarblaðið.

Legg til merkis, at einans førleikar, ið kunnu skjalprógvast, verða tiknir við í viðgerðina av umsóknini!

Hevur ein kvotu 2 umsøkjari nóg gott gymnasialt miðnámsskúlaprógv til at verða upptikin eftir kvotu 1, verður umsóknin flutt yvir til metingar eftir kvotu 1.

Upp til 30% av teimum lesandi verða tikin inn eftir kvotu 2-skipanini.

Hvussu skal eg søkja, um eg ikki havi miðnámsprógv?

Fyri at verða tikin inn til lestur á Fróðskaparsetri Føroya krevst miðnámsprógv ella annað prógv ella førleikar, ið kunnu javnsetast við eitt miðnámsprógv. Tað vil siga, at um tú ikki hevur lokið miðnámsprógv, so skalt tú skjalprógva, at tú hevur onnur prógv ella aðrar førleikar, sum kunnu metast at vera á sama stigi, sum eitt fult miðnámsprógv. Tú skalt tá søkja um upptøku gjøgnum kvotu 2-skipanina.

Ivast tú í, um tú skalt søkja inn eftir kvotu 1 ella kvotu 2-skipanini, so kunnu lestrarvegleiðararnir á Setrinum vegleiða tær. Upplýsingar um lestrarvegleiðingina á Setrinum finnur tú HER.