Umsóknarfreistir til bachelorútugvingar og hjánám

Nærri kunning

Hevur tú eitt miðalpróvtal á tíni miðnámsskúlaútbúgving, sum lýkur krøvini til upptøku, kanst tú søkja inn á bachelorútbúgvingar ella hjánám á Fróðskaparsetur Føroya eftir kvotu 1 skipanini.

Men hevur tú eitt miðalpróvtal á tíni miðnámsskúlaútbúgving, sum IKKI lýkur krøvini til upptøku eftir kvotu 1 skipanini, kanst tú søkja eftir kvotu 2 skipanini, har møguleiki er fyri at fáa góðskrivað arbeiðsroyndir og aðrar royndir viðkomandi fyri útbúgvingina.

Ert tú í iva, um tú skalt søkja inn eftir kvotu 1 ella kvotu 2 skipanini, kanst tú lesa meira um ymisku krøvini HER.

Vilt tú heldur ráðføra teg við onkran, ber eisini til at seta seg í samband við lestrarvegleiðarnar á Fróðskaparsetrinum at fáa svar. Nærri fæst at vita um, hvørjir lestrarvegleiðararnir eru, HER.

Umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 1 er 1. juli 2017 á midnátt.

Umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 2 er 15. apríl 2017 á midnátt.

Kvotu 1 umsóknarblað, umframt vegleiðing til kvotu 1 umsóknarblaðið fæst HER.

Kvotu 2 umsóknarblað, umframt vegleiðing til kvotu 2 umsóknarblaðið, fæst HER.

Boð um upptøkuna (fyri bæði kvotu 1 og 2) verða send til umsøkjararnar í seinasta lagi mánadagin 20. juli 2016.

Váttan fyri, at umsøkjari tekur við lestrarplássinum, verður send til lestur(a)setur.fo og skal vera móttikin í seinasta lagi mikudagin 2. august 2017.

Lestrarhálvan byrjar 21. august í 2017.