Skriva út

Útbúgvingar á Setrinum

Fróðskaparsetur Føroya er fremsti vitanardepilin í landinum og einasta universitetið í Føroyum.

Millum tær umleið 30 útbúgvingarnar, sum verða bodnar út, man eisini vera eitt gott tilboð til tín, sum vilt hava hægri útbúgving og góðar framtíðarmøguleikar.

Á okkara Setri eru umleið 1000 lesandi. Her valdar stórt altjóða útsýni, samstundis sum vit altíð miðvíst hava fyri eyga, hvussu vit kunnu nøkta tørvirnar í okkara egna samfelagi.

Kanningar vísa, at arbeiðsmarknaðurin tekur við opnum ørmum ímóti fólki, sum hava útbúgving frá Fróðskaparsetrinum, tí tey her fáa førleikar, sum verða eftirspurdir.

Útbúgvingarnar á Setrinum eru sjálvandi akademiskar, tað vil siga, at undirvísingin sambært lóg er granskingargrundað.

Til ber at lesa bæði á bachelor- og masterstigi á Setrinum.

Hevur tú áhuga í at útbúgva teg víðari eftir bachelorútbúgvingina, so kanst tú lesa víðari á Setrinum ella taka skiftisútbúgving á øðrum universitetum uttanlands.

Eisini ber til at lesa ph.d. eftir lokið masterprógv - ella t.d. at taka hjágreinir, stakskeið, umframt eftirútbúgving og ískoytisútbúgving.

Trýst á leinkini til vinstru fyri at fáa meira at vita um tær einstøku útbúgvingarnar, sum eru í boði á Setrinum.