Megindeildin fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi
Megindeildin fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Universitetsútbúgvingar

Fróðskaparsetrið bjóðar universitetsútbúgvingar út á fimm deildum.

Útbúgvingar á Føroyamálsdeildini

Á Føroyamálsdeildini ber til at taka støðisnám í í føroyskum máli og bókmentum, bachelorútbúgving - BA í føroyskum máli og bókmentum og masterútbúgving - MA í føroyskum máli og bókmentum.

Útbúgvingar á Náttúruvísindadeildini

Á Náttúruvísindadeildini ber til at taka tríggjar bachelorútbúgvingar í KT-verkfrøði, Lívfrøði og í Náttúruvísindum við denti á jarðfrøði ella við denti á havfrøði. Útbúgvingarnar eru á altjóða stigi, og geva atgongd til master útbúgvingar bæði uttanlands og í Føroyum.

Útbúgvingar á Søgu- og samfelagsdeildini

Á Søgu- og samfelagsdeildini ber til at taka tríggjar bachelorútbúgvingar. Tær eru Søga, Samfelagsvisindi og Stjórnmálafrøði. Útbúgvingarnar eru á altjóða stigi, og geva atgongd til master útbúgvingar.

Útbúgvingar á Læraraskúlanum

Á Læraraskúlanum ber til at lesa til Bachelor sum lærari og til Bachelor sum námsfrøðingur.

Útbúgvingar á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum

Á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum ber til at taka Bachelor í Sjúkrarøktarfrøði.

Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult