Megindeildin fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi
Megindeildin fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Próvtøkur fyri útlendsk universitet

Í serligum førum ber til hjá studentum, ið eru innskrivaðir á útlendsk universitet, at sleppa at sita á Fróðskaparsetrinum til skrivliga próvtøku.  Hetta verður gjørt, um studenturin hevur fingið formligt loyvi frá sínum universiteti, og um viðurskiftini annars tala fyri tí.  Endaliga váttan um eftirlit við próvtøku geva vit ikki, fyrrenn vit vita próvtøkudagin og klokkutíð.  Vit geva ikki generella váttan uppá t.d. eina heila útbúgving, men gera avtalu í hvørjum einstøkum føri. 

Tá loyvi er fingið, skal studenturin sum skjótast venda sær til Setursskrivstovuna við formligum fyrispurningi.  Síðan verður mannagongdin avtalað. 

Vit taka eitt gjald fyri hesa tænastu.  Fasta gjaldið er 1.200 kr.  Harafturat koma møgulig eykagjøld:  

  • Um próvtøkan er leygardag ella ein almennan frídag, verða 300 kr lagdar afturat fyri hvønn tíma – vit taka bert fyri fullar tímar.  Minsti takstur er 2 tímar.

  • Um próvtøkan ella partur av próvtøkuni er uttan fyri vanliga arbeiðstíð, verða 150 kr lagdar afturat fyri hvønn tíma, ið fellur aftaná kl. 16 – vit taka bert fyri fullar tímar.  Minsti takstur er 2 tímar, um øll próvtøkan fellur aftaná kl. 16.

  • Fyri netpróvtøkur verða 220 kr lagdar afturat fyri hvønn tíma.  Um netpróvtøka er leygardag ella ein almennan frídag, verða 520 kr lagdar afturat fyri hvønn tíma – vit taka bert fyri fullar tímar.  Minsti takstur er 2 tímar. 

  • Um útbúgvingarstaðið krevur, at próvtøkusvarið verður sent teimum við kurér-posti, verða 1.000 kr lagdar afturat fyri DHL-gjaldið.


Fasta gjaldið skal rindast beinan vegin, tá útbúgvingarstaðið loyvir, at próvtøka kann fara fram á Fróðskaparsetrinum, og verður ikki afturgoldið, um studenturin tekur seg aftur frá próvtøku ella ikki møtir. Peningurin skal flytast á konto okkara í Eik Banka 9181-495.872.3 og váttan um gjaldið sendast okkum.

Spurningar um eksternar próvtøkur skulu stílast til Setursskrivstovuna teldupost setur@setur ella við at ringja til 352500.      

Mars 2011  

Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult