Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Lestrarupptøka

Á Fróðskaparsetrinum verða nýggj lesandi tikin inn at lesa bachelorlestur á Læraraskúlanum, Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum og á  Søgu- og Samfelagsdeildini á hvørjum ári. Í ár, í 2012, verður eisini tikið upp til bachelorlestur á Náttúruvísindadeildini og bæði til hjánám í føroyskum og  BA-lestur í føroyskum á Føroyamálsdeildini. Sostatt er í ár møguleiki at søkja inn á 10 ymiskar útbúgvingar á Setrinum. Hesar verða lýstar niðanfyri.

Upptøka og umsóknarfreistir 2012

Umsóknarfreistin er 2. juli 2012 á miðnátt. Boð um upptøku verða send í seinasta lagi hósdagin 12. juli 2012. Váttan fyri, at umsøkjari tekur við lestrarplássinum, skal vera móttikin í seinasta lagi mánadagin 6. august 2012.

Eftir ætlan byrja lesandi á Setrinum 2012 soleiðis:

  • Læraraskúlanum mánadagin 20. august
  • Náttúruvísindadeildini mánadagin 20. august
  • Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum mánadagin 27. august 
  • Søgu- og samfelagsdeildini um mánaðarskifti august/september
  • Føroyamálsdeildini mánadagin 3. september

Umsóknarblað

Her er møguligt at taka niður umsóknarblað til upptøku 2012. Eisini er løgd út ein leiðbeining til umsóknarblaðið. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út.


Umsóknir kunnu eisini sendast við telduposti til lestur(at)setur.fo

Sí annars nærri kunning á umsóknarblaðnum.

Upptøkutreytir

Kvota 1:
Upptøkutreytin fyri upptøku bachelorútbúgving á Fróðskaparsetrinum eftir kvotu 1 skipanini er, at umsøkjari hevur bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv. Harumframt eru fylgjandi krøv til hesar lærugreinir:

  • Lívfrøði: staðið prógv í alisfrøði á B stigi, støddfrøði á B stigi og evnafrøði á B stigi - sí eisini nærri treytir undir leinkju.
  • Náttúruvísind við denti á jarð- ella havfrøði: staðið evnafrøði á B stigi ella evnafrøði á C stigi og lívfrøði á A stigi við miðaltølunum ávikavist 8 og 6 eftir 13-stiganum  - sí eisini nærri treytirundir leinkju
  • KT-verkfrøði: Støddfrøði B - sí eisini nærri treytir undir leinkju.
  • Føroyskt: góður karakterur í føroyskum á A stigi. Harumframt krevst B stig í donskum og enskum.


Kvota 2:

Um miðaltalið í miðnámsprógvnum ikki er nóg gott, ella tú hevur annað javngott prógv á sama støði, ber til at søkja inn eftir kvotu 2. Her verða eisini aðrir førleikar enn miðnámsskúlaprógv tiknir við í metingina, sí punkt 2 í vegleiðingini. Umsøkjarin fyllir tá eisini síðu 2 og 3 út, punktini 5 til og við 11. Upp til 20% av teimum lesandi verða tikin inn eftir kvotu 2 skipanini.

 

Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult