B.Sc. í orkuvísindum

Bachelor of Science in Energy

  • Lestrartíðin er 3 ár og telur 180 ECTS
  • Tvær tær fyrstu lestrarhálvurnar er undirvísingin saman við Orkuverkfrøði
  • Lokin útbúgving gevur rætt til heitið Baccalaureus Scientia, stytt B.Sc. 
  • Útbúgvingin er staðsett á Náttúruvísindadeildini, Nóatún 3, Tórshavn
  • Náttúruvísindadeildini verður eisini rópt NVD
  • Umleið 20 lesandi verða tikin inn á útbúgvingina annaðhvørt ár
  • Lestrargjald:
    • Fulltíðarlestur: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
    • Stakgreinir: 200 DKK/ECTS
  • Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Umsóknarbløð og leiðbeining eru at finna HER
  • Umsóknarfreistir eru at finna HER

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi vitan um og praktiskar førleikar innan burðardygga orkuveiting, burðardygga orkunýtslu og um stóra týdningin, ið hetta hevur fyri umhvørvi og samfelag.

Skipan av útbúgvingini

Bachelorútbúgvingin í orkuvísindum tekur trý ár; nøkur skeið eru kravd, meðan onnur kunnu kunnu veljast eftir egnum áhuga.

Útbúgvingin hevur nógvan samlestur við Orkuverkfrøði. Í mun til Orkuverkfrøði er eingin starvsvenjing og meiri frælsi at velja skeiðsinnihald eftir egnum ynski.

Útbúgvingin endar við eini verkætlan, har tann lesandi fær høvi til at seta seg serliga væl inn í eitt evni, ið útbúgvingin fevnir um.

Endaliga verkætlanin kann gerast í samstarvið við stovnar ella feløg eftir egnum ynski.

Útbúgvingin er uppbygd á henda hátt:

  • 1. lestrarár er skipað við grundskeiðum í støddfrøði, orkuverkfrøði og alisfrøði
  • 2. lestrarár er skeið í stødd, alis og evnafrøði, innleiðandi elverkfrøði umframt skeið eftir egnum ynski.
  • 3. lestrarár eru skeið innan orkuverkfrøði, forritan, skeið eftir egnum ynski umframt bachelorverkætlan

Bygnaður

1.
lestrarhálva

2.
lestrarhálva

3.
lestrarhálva

4.
lestrarhálva

5.
lestrarhálva

6.
lestrarhálva

Støddfrøði 1

10 ECTS

Støddfrøði 1

10 ECTS

Thermo-
dynamikkur

5 ECTS

Støddfrøði 2

5 ECTS

Orka og
inniklima

5 ECTS

Upphiting og
installatiónir
í bygningum

7,5 ECTS

Mekanikkur

10 ECTS

Elektro-
magnetisma

7,5 ECTS

Innleiðandi
elfrøði

5 ECTS

Stýriverkfrøði

5 ECTS

Vesku-
mekanikkur
og vindorka

10 ECTS

Vallærugrein

7,5 EVTS

Innleiðandi
orkuverkfrøði

7,5 ECTS

Varandi
orka

7,5

Evnafrøði

5 ECTS

Elektriskar
maskinur

5 ECTS

Forritan

5 ECTS

Bachelor
verkætlan

15 ECTS

Líkinda-
ástøði

5 ECTS

Hagfrøði

5 ECTS

Vallærugrein

15 ECTS

Vallærugrein

15 ECTS

Vallærugrein

10 ECTS

 

Vallærugreinir:

  • Ongar 1. ári
  • 30 ECTS á 2. ári
  • 17,5 ECTS á 3. ári

Innihald

Útbúgvingin gevur góðar førleikar í stødd, alis og orkufrøði við atliti at m.a. burðardyggari og umhvørvisvinarligari veiting av orku. Komið verður t.d. inn á, hvussu vaksandi orkutørvurin kann nøktast, og eisini hvat gerast kann fyri at minka um orkunýtsluna. Útbúgvingin er løgd soleiðis til rættis, at tú eftir fyrsta árið eftir nærri avtalu um val av skeiðum kanst fáa munandi ávirkan á innihaldið í tíni útbúgving.

Føroyar hava fjølbroyttar náttúrugivnar møguleikar fyri at vinna orku úr varandi orkukeldum sum t.d. vatni, vindi, sól, sjóvarfalli og aldu.  Fyri samfelag okkara er tað ein serstøk avbjóðing at samband ikki er til aðrar orkuveitarar ígjøgnum eitt felags veitingarnet. Tí er týdningarmikið at fáa eina burðadygga lokala loysn, so Føroyar í størst møguligan mun kann verða sjálvforsýnandi við orku.

Ynskir tú at vera við til at loysa slíkar avbjóðingar og hava møguleika at lesa víðari uttanlands, so er hetta møguliga júst útbúgvingin fyri teg.

Próvtøkur

Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin.  Í ávísum førum telja avrik fyri uppgávur, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv og við nøktandi úrsliti hevur staðið:

  • Støddfrøði á A stigi við miðaltalinum minst 8 eftir 13-stiganum og minst 6 eftir 7-stiganum
  • Alisfrøði á B stigi
  • Evnafrøði á C stigi

Ella tú hevur staðið maskinmeistaraprógv við miðaltalinum:

  • Minst 9 eftir 13 stiganum   
  • Minst 7 eftir 7-trins stiganum

Hjá teimum, ið søkja inn eftir kvotu 2 kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Undirvísingin gongur fyri seg á - og er bygd á - tilfar á føroyskum, donskum og enskum. Vit vænta tí, at tey lesandi hava nøktandi førleika á hesum málum.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri starvsmøguleikum innan verkfrøði, ráðgeving og fyrisiting hjá privatum og almennum virkjum og stovnum.

Framhaldandi útbúgving

Eftir at hava tikið hesa útbúgvingina hevur tú møguleika at útbúgva teg víðari á øðrum universitetum kring heimin.

Umsóknarblað og umsóknarfreistir

Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Tú finnur umsóknarbløðini HER.

Sí vinaliga umsóknarfreistirnar HER.

Á síðuni eru eisini lagdar leiðbeiningar til umsóknarbløðini. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til lestrarvegleiðingina: NVD-studvegl@setur.fo, ella við at venda tær til Bárður A. Niclasen, útbúgvingarleiðara, bardurn@setur.fo