Hjánám í føroyskum - Mál og bókmentir

Subsidiary Subject Studies in Faroese Language and Literature

  • Lestrartíðin er 1½ ár og telur 90 ECTS, 100 um høvuðsfakið ikki er hugvísindaligt.
  • Útbúgvingin er staðsett á Føroyamálsdeildini, V.U.Hammershaimbs gøtu 16, Tórshavn
  • Føroyamálsdeildini - eisini rópt FMD - er partur av Megindeildini fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi
  • Umleið 10 lesandi verða tikin inn á útbúgvingina
  • Lestrargjald:
    • Fulltíðarlestur: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
    • Stakgreinir: 200 DKK/ECTS
  • Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Umsóknarbløð og leiðbeining eru at finna HER.
  • Umsóknarfreistir eru at finna HER.

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er m.a. at útbúgva tey lesandi í at vera lærarar í miðnámsskúlum.

Hjánám í Føroyskum eigur at geva teimum lesandi vitan og innlit í føroyskt mál og føroyskar bókmentir samtíðarliga og søguliga.

Skipan av útbúgvingini

Hjánám í Føroyskum krevur 60 ECTS á bachelorstigi og 30 ECTS á masterstigi. Um høvuðsgreinin ikki er hugvísindalig, má studenturin harumframt taka Vísindaástøði (10 ECTS).

Serritgerðin verður skrivað í høvuðsgreinini.

Bygnaður

Tey kravdu fakini eru hesi:

Hugvísindalig høvuðsgrein:

Ikki hugvísindalig høvuðsgrein:

Norrønt (10 ECTS)

Norrønt (10 ECTS)

Bókmentagreining (10 ECTS)

Bókmentagreining (10 ECTS)

Bókmentasøga I (10 ECTS)

Bókmentasøga I (10 ECTS)

Bókmentasøga II (10 ECTS)

Bókmentasøga II (10 ECTS)

Ljóð- og formlæra (10 ECTS)

Ljóð- og formlæra (10 ECTS)

Málsøga (8 ECTS)

Málsøga (8 ECTS)

Eitt norðurlandamál (2 ECTS)

Eitt norðurlandamál (2 ECTS)

Vísindaástøði (10 ECTS)

Afturat kravdu fakunum kom 30 ECTS í valfríum fakum á MA-stigi.

Innihald

Tann málsligi parturin er samansettur av málsøguligum og samtíðarligum skeiðum. í tí søguliga partinum fært tú skeið í norrønum og málsøgu umframt skeið í einum norðurlandamáli við høvuðsdenti á málsøgu.

Í tí samtíðarliga partinum lærir tú um málbygnaðin í nútíðarføroyskum, t.e. ljóð- og formlæra.

Í tí bókmentaliga partinum lærir tú um ymisk tíðarskeið í bókmentasøguni við at lesa eldri og yngri tekstir og at greina bókmentaligar tekstir við støði í vísindaligum háttaløgum og ástøðum. Tú fært innlit í hugsjónarlig rák, og hvussu hesi hava ávirkað føroyskar og norðurlendskar bókmentir, og tú ognar tær førleika at nýta hóskandi vísindalig hugtøk, tá tú skalt skriva ella tosa um bókmentir, antin søguliga ella samtíðarliga.

Próvtøkur

Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni. Skipað verður fyri endurpróvtøku og sjúkrapróvtøku um várið og um heystið.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv við í minsta lagi  5,8 í føroyskum eftir 7-talsstiganum/8 eftir 13-talsstiganum.

Søkt verður á umsóknarblaðnum til kvotu 1, har tú í raðfestingarlistanum skrivar "Føroyskt - hjánám".

Framtíðarmøguleikar

Hjánám í føroyskum gevur saman við eini høvuðsgrein møguleika at arbeiða sum miðnámsskúlalærara umframt  spennandi starvsmøguleikar, har kunnleiki til móðurmál og bókmentir er neyðugur, t.d. innan miðlar og fyrisiting.

Framhaldandi útbúgving

Við B.A.-prógvi í føroyskum kanst tú søkja um upptøku á MA. Treytin er, at tú hevur minst 5,8 í miðal eftir 7-talsstiganum/8 eftir 13-talsstiganum..

Umsóknarblað og umsóknarfreistir

Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Tú finnur umsóknarbløðini HER.

Sí vinaliga umsóknarfreistirnar HER.

Á síðuni eru eisini lagdar leiðbeiningar til umsóknarbløðini. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda sær til lestrarvegleiðingina: bardurr(a)setur.fo, ella við at venda tær til Jógvan í Lon Jacobsen, útbúgvingarleiðara, jogvanlj(a)setur.fo.