M.A. í løgfrøði

Skeiðslisti

2424.13

At skriva grein í lóg

At fyrireika lesandi at skriva ritgerð at almannakunngera í løgfrøðiligum fakriti ella tíðarriti. Tey lesandi skulu antin búgva til útgávu ritgerð, sum tey longu hava skrivað og latið inn, ella skriva nýggja grein. Tann lesandi skal laga grein sína at stíli og krøvum hjá ávísum lógarriti og á hóskandi hátt skipa stíl, tilvísingar, próvførslu og almenna skipan hareftir.

2422.14

At skriva serritgerð í lóg

At fyrireika lesandi at skriva serritgerð á master í løgfrøði. Tey lesandi skulu vegleiðast at fara undir at skriva serritgerð vitandi um viðkomandi formlig og tøknilig krøv. Tey lesandi skulu gerast varug við fakligi málini í ritgerðum, tá ið ræður um at seta upp spurdóm, lýsa háttalag, skipa, tilvísa í teksti og notum, keldulista, grundgeva retoriskt, logiskt og pragmatiskt, og harafturat nøktandi at vitja øll viðkomandi sløg av heimildum og á hóskandi hátt velja, avmarka og lýsa tær, umframt at koma til haldgóðar niðurstøður.

2435.15

Altjóða lóg

At geva teimum lesandi alment innlit í altjóða lóg og ástøði um altjóða lóg. Vit fara at lýsa týðandi innihaldsligar partar av altjóða lóg, so sum reglurnar um valdsnýtslu, kríggj, ábyrgd hjá ríkjum, mannarættindi, løgdømi og órin og tulking av sáttmálum. Vit fara eisini at leggja dent á serligu altjóðarættarligu avbjóðingarnar fyri smá løgdømi í samveldisstøðu, herundir altjóða persónleika hjá sjálvstýrandi politiskum eindum, sum ikki eru statir í altjóða merking.

2437.15

Fíggjarrættur

At veita luttakarunum innlit í tær lógir og reglur, sum knýta seg at fígging av feløgum, upptøku av láni og trotarættarligum viðurskiftum hjá feløgum v.m. Komið verður eisini inn á felagsrættarligar og skattarættarættarligar spurningar, ið stinga seg upp í sambandi við fígging av feløgum. Skeiðið lýsir ymisku hættirnar at fíggja fyritøkur, sum eru mest vanligir, og fyrimunir og vansar valinum teirra millum.

2432.15

Løgfrøðilig fatan

At veita innlit í ymsa fatan og siðsøguliga menning í vísindaligari og praktiskari løgfrøði, herundir norrøna lógmentan, klassiskan og nýtulkaðan natúrrætt, lógpositivismu og rættspositivismu, dynamiskar traditiónir og pragmatismu. Dentur verður lagdur á kunnleika um hesi ymsu rák og at síggja, hvussu tey ávirka lógkeldur og venju í ymsum tíðarskeiðum, stovnum og høpum. Serliga verður hugt at hvat virði er í at kenna og brúka ymsar løgfrøðiligar fatanir. Fakið er ætlað løgfrøðilesandi, umframt øðrum við siðsøguligum og stjórnarligum áhuga.

2436.15

Barnarættur

At veita innlit í tær lógir og meginreglur, sum áseta rættarstøðuna hjá børnum, bæði í mun til sambandið millum børn og foreldur, herundir um foreldramyndugleika, samveru v.m., og sambandið millum foreldur og barnaverndarmyndugleikar, herundir fyriskipanir í sambandi við vanda fyri heilsu og menning barnsins v.m. Dentur verður lagdur á at veita innlit í mest týðandi reglur og tinglógir á økinum, m.a. barnaverndarlógina, lóg um foreldramyndugleika og samveru og barnarættindasáttmálan undir ST og fremjing av hesum sáttmála í innlendis rætti. Eisini verður leikluturin hjá ymsu fyrisitandi og rættarskapandi stovnunum lýstur, so sum Løgtinginum, vanligu rættarskipanini, barnaverndartænastum og Høvuðsbarnaverndarnevndini, Ríkisumboðnum, kærunevnd og Løgtingsins Umboðsmanni í leiklutinum sum barnaumboðsstovni.

2417.15

Føroyskur skattarættur

At veita teimum lesandi kunnleika til føroyskan skattarætt í lóg og venju. Tey lesandi skulu fáa innlit í týðandi rættarkeldur og gransking á økinum, og grundleggjandi førleikar at meta um høvi og loysnir innan skattarætt, læra at skilja og síggja, nær ein avgerð ella ætlan kann hava við sær skattlegging, duga at leita fram og meta um tær rættarkeldur, sum kunnu svara skattligum spurningum, fáa venju í at bera fram skattarættarliga próvgrund í skrift og talu, fáa eina fatan av, hvussu skattarættur er knýttur at vinnulívsrættinum, sjálvstøðugt megna at leggja fram og viðgera ávíst evni í hesum høpi.

2411.15

Føroyskur kollektivur arbeiðsrættur.

At veita innlit í føroyska felagsverklóg – kollektivan arbeiðsrætt – serliga í tær mongu lógkeldurnar á arbeiðsmarknaðinum merktum av spjaddum rættarskapandi stovnum, fakfeløgum, Fasta Gerðarrætti og øðrum dómstólum, Løgtingi og altjóða stovnum, sum orða høvuðsavtalur og sáttmálar, dómar og úrskurðir, umframt lóggávu, avgerðir og álit. Hesar ymsu lógkeldurnar samvirka at skapa sera ymiskliga og broytiliga støðu. Síðan Fasti Gerðarrættur var settur á stovn er hann vorðin alsamt meiri týðandi sum tann stovnur ið samskipar og mennir hesa avbjóðandi skipan. Men framvegis hevur stóran týdning at hava innlit í ávirkan frá danskari lóg, altjóða stovnum, og lóggávu ið stundum leggur uppí, umframt teir mongu kollektivu sáttmálarnar og tengdar siðvenjur. Skeiðið veitir kunnleika og háttalag at meta um hesa fjølbroyttu rættarstøðu.

2422.15

At skriva serritgerð í lóg

At fyrireika lesandi at skriva serritgerð á master í løgfrøði. Tey lesandi skulu vegleiðast at fara undir at skriva serritgerð vitandi um viðkomandi formlig og tøknilig krøv. Tey lesandi skulu gerast varug við fakligi málini í ritgerðum, tá ið ræður um at seta upp spurdóm, lýsa háttalag, skipa, tilvísa í teksti og notum, keldulista, grundgeva retoriskt, logiskt og pragmatiskt, og harafturat nøktandi at vitja øll viðkomandi sløg av heimildum og á hóskandi hátt velja, avmarka og lýsa tær, umframt at koma til haldgóðar niðurstøður.

2424.15

At skriva grein í lóg

At fyrireika lesandi at skriva ritgerð at almannakunngera í løgfrøðiligum fakriti ella tíðarriti. Tey lesandi skulu antin búgva til útgávu ritgerð, sum tey longu hava skrivað og latið inn, ella skriva nýggja grein. Tann lesandi skal laga grein sína at stíli og krøvum hjá ávísum lógarriti og á hóskandi hátt skipa stíl, tilvísingar, próvførslu og almenna skipan hareftir.

2430.15

Serritgerð á MA í løgfrøði

Tann lesandi skal sambært vegleiðing fremja óheftar rannsóknir og miðla úrslitini skrivliga samsvarandi viðurkendum háttaløgum. Serritgerðin skal sýna, at tann lesandi á masterútbúgvingini hevur fingið breiða løgfrøðiliga fatan, innlit í viðkomandi háttaløg og evnar at leggja afturat løgfrøðiligum bókmentum.

2438.15

Starvslestur – sjálvlestrarskeið í lóg

At næmingurin fær royndir úr veruligum løgfrøðiligum arbeiðsumhvørvi, við tí endamáli at royna lærdómin í verki. Sum part av lesnaðinum skal hin lesandi fáa innlit í heimildarlóg og viðtøkur hjá stovninum, umframt at hin lesandi skal arbeiða við ítøkiligum løgfrøðiligum uppgávum, helst uppgávur av slíkum slagi, ið eru beinleiðis viðkomandi fyri fak, ið undirvíst verður í í útbúgvingini annars.