University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk

Kom og les á setrinum

Robert Ruggiero X2bcqmmhaow Unsplash

Send tína umsókn

Tað er skjótt og lætt at senda okkum tína umsókn. Á hesari síðuni sært tú alt um, hvussu tú søkir.

Upptøka
FRS 070721 Racool 146

Lestrarlívið á Setrinum

Síggj myndir, sjónbond, og hoyr núverandi lesandi fortelja um teirra lív, sum lesandi á setrinum.
Lestrarlív
Thought Catalog O0qqw21 0NI Unsplash

Finn tína bachelor-útbúgving

Her sært tú útbúgvingarnar á Setrinum. Útbúgvingarnar eru mentar í tøttum samstarvi við vinnulívið og almennar stovnar.
Bachelor

Tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Herálvur Joensen Heldur Røðu Fyri Árna Olafsson 02042025 Tá Bókin Heimsins Nalvi Kom Út Nýggjasta

    Aðalstjórin helt takkarrøðu fyri gamla føroyska diplomatinum

  2. Søgufrøðingurin Og Fyrrverandi Íslendski Forsetin Guðni Thorlacius Jóhannesson

    Hvat virði hevur eitt universitet í lítla samfelagnum?

  3. Námsfrøði.jpg

    Hvussu fáa vit fleiri námsfrøðingar?

Gransking

Gott yrkisføri skapar vitan til gagn fyri samfelagið

Granskingin á Fróðskaparsetri Føroya hevur til endamáls alsamt at menna vitanarstøðið á Setrinum og í landinum sum heild. Hetta verður gjørt á so nógvum økjum sum tað fakliga og fíggjarliga letur seg gera í samanrenning við áhugamál landsins, tá talan er um vitanarmenning og nýskapan.

img3.jpg

Ein lærdur háskúli og granskingardepil

Endamálið er í einum at menna granskingina og dygdina í undirvísingini, umframt at skapa karmar um nýskapandi undirvísing og útbúgving á Fróðskaparsetrinum. Les meira.

24 Útbúgvingar
1000 Lesandi
144 Ársverk
Samstarv

Vitan víðkar og skapar vøkstur í samfelagnum

Fróðskaparsetrið hevur umframt síni egnu starvsfólk brúk fyri tænastum og stuðli frá eini røð av stovnum og einstakligum, bæði í Føroyum og altjóða, hetta fyri at kunna liva upp til endamál sítt at undirvísa, granska og kunna um virksemið sítt á hægsta altjóða stigi.

Xavier Von Erlach Oor1jy2yfr4 Unsplash
Lestralív

Universitetslívið í Føroyum er meiri enn bara lestur

Fyri at tú kanst fáa eina so góða byrjan á lestrinum sum møguligt, hava vit savnað nøkur góð ráð um at vera lesandi á einum hægri lærustovni, um viðurskifti viðvíkjandi lestri, próvtøkum og skiftislestri o.m.a.

Harumframt eru ymsar upplýsingar um stuðulstænastur og stuðulsamboð, ið eru til taks á Fróðskaparsetrinum.

Setrið2017_296.jpg