Skriva út

Gransking á Setrinum

Síðani Fróðskaparsetur Føroya varð sett á stovn í 1965, hevur eitt fjøltáttað granskingarvirksemi verið á Setrinum við alsamt vaksandi tali av vísindaligum útgávum í altjóða tíðarritum og eisini føroyskum.

Á granskingarportalinum pure.fo, sum er sýnisgluggin fyri føroyskt granskingarvirksemi, hava granskararnir egnan vanga, har teir almannakunngera sínar vísindaligu greinar. Eisini veita ársfrágreiðingarnar um granskingina á Fróðskaparsetri Føroya yvirlit yvir virksemið, sum er á granskingarøkinum á universitetinum.

Gransking á Setrinum verður mangan gjørd í samstarvi við aðrar granskingarstovnar bæði innan- og uttanlands. Hesir samstarvspartar hava síðani stóran lut í undirvísing, próvdøming og vísindaligum metingum hvør hjá øðrum.  

 

ÁRSFRÁGREIÐINGAR

 

Meira
EURAXESS
Meira
Bókasøvn
Meira
GREINASAVNIÐ

Savnið fevnir um greinir og rit, sum granskarar á Fróðskaparsetrinum hava givið út.

Meira