Lærubók í málfrøði
Verkætlanarábyrgd: ?
Aðrir luttakarar: ?
Tíðarskeið: ?
Fígging: Fróðskaparsetur Føroya
Støða: Virkin
Á Føroyamálsdeildini hava tey leingi brúkt eina norska innleiðslubók til málfrøði. Henda bókin gevur næmingunum eitt yvirlit yvir tey grundleggjandi heitini, sum eru neyðug hjá teimum lesandi, sum skulu taka BA. Bókin viðger ymisk evni, serliga samskifti og málbygnað.
Eivind Weyhe lektari á Føroyamálsdeildini hevur fyri nú skjótt fleiri árum síðani gjørt tilfar, sum hevur verið brúkt á Føroyamálsdeildini. Talan er um morfologi, málbroytni og orðastovnin. Hetta tilfarið er nú, saman við tilfari frá Zakarisi S. Hansen, mag. art., Jógvan í Lon Jacobsen, dr. philos., Kristin Magnussen mag. art. og Hjalmar P. Petersen, dr. phil. sett saman í eitt handrit. Ætlanin er, at tað skal koma út í bók um nøkur ár, men fyrst verður tað royndarkoyrt sum undirvísingartilfar á FMD, og í jan./feb. 2012 eisini á Føroya Læraraskúla.