Skriva út

Mentanarflutningur
millum ættarlið
- føroyskur dansur
í nútímans føroyska samfelagnum

Verkætlanarábyrgd: Ph.d.-verkætlan hjá Tótu Árnadóttur
Aðrir luttakarar: ?
Tíðarskeið: 2016-
Fígging: Fróðskaparsetur Føroya
Støða: Virkin

Verkætlanin kannar, hvussu ið kvæða- og dansimentan verður borin víðari í dagsins samfelag. Málið er at kanna, hvat ið rørir seg millum tey, sum fáast við føroyskan dans í ymsum høpi og at fáa til vega grundarlag fyri framhaldandi kjaki um “varðveiting av siðaarvi”. Granskingin fevnir um tvey lyklaøki -dansur pallsettur og framførdur sum “siðaarvur” og dansur sum einstaklingauppliving. Kanningin byggir á kvalitativt háttalag við luttakaraeygleiðing, viðtali við dansarar og onnur, umframt greiningar av ymiskum almennum tilfari.

Verkætlanin byrjaði í januar 2016 og var í 2019 løgd um til eina felags innskriving við Háskóla Íslands við Valdimar Hafstein (HÍ) sum vegleiðara saman við Turið Sigurðardóttur (Adjungerað á FMD). Enska heitið á verkætlanini er “Hand in hand” - Transmitting Faroese Chain Dance Tradition today”.