Skriva út
Granskingarsamstarvið Frændafundir
Frændafundur er navnið á rannsóknarsamstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Íslands, sum rektaraavtala varð gjørd um í 1990. Triðja hvørt ár heldur samstarvið tvørfakliga ráðstevnu, aðra hvørja ferð í hvørjum landinum, og bók verður útgivin frá hvørjari ráðstevnu. Samstarvið er skipað við nevnd í báðum londunum.
Ráðstevnan varð hildin á 11inta sinni 16.-18. august 2022
Ráðstevnuritið Frændafundur 11
Íslandsnevnd Fróðskaparseturs Føroya
Í føroysku nevndini eru:
- Zakaris Svabo Hansen, Føroyamálsdeildin, formaður
- Erla Olsen og Hans Harryson, Námsvísindadeildin
- Lena Reinert og Zakaris Svabo Hansen, Føroyamálsdeildin
- Hans Andrias Sølvará, Søgu- og samfelagsdeildin
- Magni Mohr og May-Britt Skoradal, Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi
- Knud Simonsen og Hilmar Simonsen, Náttúruvísindadeildin
Føroyanevnd Háskóla Íslands
Í íslendsku nevndini eru:
- Jóhannes Gísli Jónsson, formaður
- Kristinn Helgi Schram, Félagsvísindasvið. Varafólk Hrefna Friðriksdóttir
- Guðrún Kristjánsdóttir, Heilbrigðisvísindasvið. Varafólk Þórhallur Ingi Halldórsson
- María Garðarsdóttir, Hugvísindasvið. Varafólk Þórhallur Eyþórsson
- Kristín Jónsdóttir, Menntavísindasvið. Varafólk Ingólfur Á. Jóhannesson
- Ólafur Pétur Pálsson, Verkfræði- og náttúruvísindasvið. Varafólk Guðfinna Th. Aðalgeirsdóttir