CAS (Computer Algebra Systems)
í støddfrøðiundirvísing skúlans
(Phd. verkætlan)
Louise M. Carlsen, adjunktur í støddfrøði og ph.d. lesandi á Københavns Universitet
Verkætlanin hevur til endamáls at kanna og menna førleikan hjá lærarum at nýta CAS (Computer Algebra Systems) í undirvísing í algebra: møguleikar og avbjóðingar fyri lærarar við ávikavist fleiri og færri undirvísingarroyndum:
Ein nágreinilig kanning, sum skal vísa, hvussu lærarar í fólkaskúlanum á ymiskan hátt nýta CAS við serligum denti á algebra (abstrakt aritmetik, at loysa líkningar, funktiónir og modellering)
Kanna m.a. nýggj amboð, arbeiðs- og undirvísingarhættir til tess at stimbra og menna førleika læraranna at arbeiða sjálvstøðugt við hesum, umframt við amboðum til at eftirmeta næmingaavrik, meðan arbeitt verður, og í hvønn mun CAS hevur ávirkan á læruúrtøku næminga.
Eyðmerkja møguleikar og avbjóðingar við teirri hugsan, at CAS kann viðvirka til, at næmingar fáa kunnleika til støddfrøðilig evni/øki á høgum stigi so sum modellering og ástøðiliga greining.