University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Lestrarlív

Lestrarlív

At lesa á Setrinum merkir eitt livandi og sosialt lestrarumhvørvi, góðar karmar og felagsskapur – har tú veruliga ert partur av øllum.

FRS 070721 Racool 146

Í miðdeplinum

Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.

Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.

Gott lestrarumhvøri

Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum. 

Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.

Felagsskapur og netverk

Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.

At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.

Hvat siga lesandi sjálv?

Á okkara rás á youtube kanst tú síggja mangt og hvat um lestrarlívið á Setrinum.

Leita t.d. eftir røðini "Seturstos", har lesandi siga sína hjartans meining um, hvussu tað er at lesa t.d. námsfrøði, tónlist, samfelagsfrøði, verkfrøði, KT-verkfrøði og sjúkrarøktarfrøði.

Tú kanst eisini hyggja eftir hesari framløguni, har Heini í Skorini, sum undirvísir og granskar á Setrinum, greiðir frá, hvat okkara universitet hevur at bjóða.

Eisini kanst tú síggja hendan filmin, sum svarar spurninginum "Hvat er Fróðskaparsetur Føroya?"