Skriva út

Prent- og kopiskipan til lesandi

Fyri at kunna brúka kopimaskinurnar, skalt tú hava galdandi lestrarnummar/lestrarkort, hava verið á studentaportalinum og fingið loyniorð og hava goldið fyri nýtslu.

Gjaldast kann HER.

Síðuprísirnir eru hesir:

A4 svart/hvítt:   kr. 0,15                                                                      
A4 í litum:         kr. 0,45                               

                                     

Aktivering av kvotukorti

Tá tú hevur keypt kvotukort, skulu hesi aktiverast soleiðis:

  1. Far inn á heimasíðuna https://PaperCut.setur.fo:9192
    frá teldu á tráðleysa netinum UNI guest ella onkrum øðrum neti hjá Setrinum
  2. Tá tú kemur inn í PaperCut skipanina,
    skriva títt brúkaranavn (lestrarnummar við punktum) og loyniorð
  3. Vel Redeem Card ella Indløs Kort
  4. Skriva inn nummarið, júst sum tað stendur á kortinum, bæði bókstavir, tøl og strikur
  5. Trýst  ella 
  6. So er tín brúkarasalda dagførd við kvotuni, sum tú keypti
  7. Tú kanst eisini síggja tína saldu og tína nýtslu á somu heimasíðu


Kopiera, skanna og prenta frá geyma

 

  1. Við kopimaskinuna kanst tú vísa tín elektroniska lykil/kort (fleiri sløg kunnu brúkast) ella lestrarkort.
    (Fyrstu ferð skal brúkaranavn og loyniorð eisini skrivast á skíggjan, so er lykilin skrásettur)
  2. ... ella skriva títt brúkaranavn og loyniorð
  3. Uttan lykil/kort skal brúkaranavn og loyniorð skrivast hvørja ferð
  4. Nú ber til at brúka hentleikar í kopimaskinuni, so sum kopiering, skanning og
    prenting frá geyma (pdf-fílur)
  5. Tá tú ert liðug/ur, trýst á pílin ovast til høgru fyri at útrita


Prenta frá tínari egnu teldu

WebPrint er ein tænasta til útskriving frá teldum, uttan tørv á at leggja prentdrívarar inn.

  1. Far inn á heimasíðuna https://PaperCut.setur.fo:9192 frá teldu á tráðleysa netinum

       UNI_guest ella onkrum øðrum neti hjá Setrinum

  1. Skriva títt brúkaranavn (lestrarnummar við punktum) og loyniorð
  2. Vel Web Print
  3. Vel Send et Job
  4. Vel  og trýst á     
  5. Skriva tal fyri eintøk og trýst á  
  6. Vel eina PDF-fílu til upload og útskriving og trýst á 
  7. Vel Log Af
    ---
  8. Far til eina kopimaskinu við PaperCut stýring
  9. Vís tín elektroniska lykil/kort (fleiri sløg kunnu brúkast) ella lestrarkort
    (Fyrstu ferð skal navn og loyniorð eisini skrivast)
  10. ... ella skriva títt brúkaranavn og loyniorð
  11. Trýst print release, vel so, hvat skal prentast ella trýst síðani á print
  12. Trýst á pílin ovast til høgru fyri at útrita


Prenta frá setursteldum

  1. Frá t.d. Word, vel útskrift á prentaran PaperCut (virtuel) á SRV-PRINT
  2. Um tú ert innritað/ur á telduna sum gestur, skalt tú uppgeva brúkaranavn og loyniorð til PaperCut .
    Um tú fert frá gestatelduni, minst til at útrita gestabrúkaran ella útrita frá PaperCut, høgraklikka á salduskeltið og trýst á Log ud
     
  3. Far til eina kopimaskinu við PaperCut stýring
  4. Vís tín elektroniska lykil/kort (fleiri sløg kunnu brúkast) ella lestrarkort.
    (Fyrstu ferð skal navn og loyniorð eisini skrivast)
  5. ... ella skriva títt brúkaranavn og loyniorð
  6. Trýst á print release, vel so, hvat skal prentast og trýst síðani á print
  7. Trýst á pílin ovast til høgru fyri at rita út


Hjálp

Um tær tørvar hjálp, vend tær LSS@setur.fo. Um tey ikki kunnu hjálpa, ber til at venda sær til KT-supportina á support@student.setur.fo ella tlf. 292599. Sí vegleiðing og upplatingartíðir her.