University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Lestrarlív

Lesandi við serligum tørvi

Fyri tey, sum hava skerdar lestrarførleikar

Lesandi á Setrinum, ið hava skerdan lestrarførleika, hava rætt til praktiska og/ella sernámsfrøðiliga hjálp og stuðul. Hetta kann t.d. fevna um tilboð til longda útbúgvingar- ella próvtøkutíð, serlig undirvísingaramboð, tilvísing til sálarfrøðing ella aðra serfrøði og hjálp í samband við t.d. orðblindni.

Hevur tú skerdan lestrarførleika, ið gevur tær lesi- og/ella skrivitrupulleikar, so kanst tú søkja um at fáa atgongd til lesi- og skriviforrit. Set teg í samband við Lestrarskrivstovan ella lestrarvegleiðingina fyri at hoyra nærri um, hvørji tilboð eru. 

Nærri kunning um at søkja um hjálparamboð, longda próvtøkutíð ella tillagaða lestrarætlan er at finna HER.