Skriva út
Hvussu fer ein vegleiðarasamrøða fram?
Ein samrøða hjá einum lestrarvegleiðara kann fara soleiðis fram:
- Tú hittir lestrarvegleiðaran í einum vegleiðingarrúmi, har tit kunnu sita í friði og náðum og tosa opið saman
- Tú kanst vænta eina samrøðu, ið tekur nakrar fáa minuttir og upp til ein tíma ella meira
- Tú kanst fáa íblástur og nýggj innspørk, soleiðis at tú sjálv/ur kanst arbeiða við tínum lestrarvali
- Tú fært hættir og amboð í at velja – men vegleiðarin velur ikki fyri teg
- Tú kemur eitt stig á leiðini
- Og tú ert altíð vælkomin aftur til vegleiðingina