Skriva út

Avriksflutningur og undangóðkenning

Avriksflutningur

Lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, sum áður hava staðið skeið á hægri útbúgvingarstovni, kunnu søkja um avriksflutning fyri at sleppa undan at taka ávís skeið á útbúgvingini. Hetta er treytað av, at umsóknin lýkur krøvini, sum eru lýst í Felags reglugerð um avriksflutning á Fróðskaparsetri Føroya. Sí eisini Vegleiðing til tá søkt verður um avriksflutning á Fróðskaparsetri Føroyaog “Umsóknarblað um avriksflutning”.

Undangóðkenning

Lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, sum ynskja at taka skeið á aðrari setursdeild ella á øðrum hægri útbúgvingarstovni, eitt nú sum part av skiftislestri uttanlands, skulu søkja um undangóðkenning. Sí Vegleiðing til tá søkt verður um undangóðkenning á Fróðskaparsetri Føroyaog “Umsóknarblað um undangóðkenning”.

GG. Minst til, at tá søkt verður um undangóðkenning í sambandi við skiftislestur, skal tann lesandi eisini seta seg í samband við Altjóða Skrivstovuna.

 

Umsóknarfreistir

Freistirnar fyri at søkja um avriksflutning og undangóðkenning á Fróðskaparsetri Føroya eru tvær ferðir árliga. Umsóknir, sum skulu vera liðugt viðgjørdar til komandi lestrarhálvu, skulu latast inn í seinasta lagi:

  • 15. september til várhálvuna
  • 15. februar til heysthálvuna

Umsóknir um avriksflutning og undangóðkenning skulu sendast umvegis teldupost til Lestrarskrivstovuna á Fróðskaparsetrinum: LSS@setur.fo

Viðgerð og viðgerðartíð

Vegleiðandi viðgerðartíð fyri umsóknir um avriksflutning og undangóðkenning eru tveir mánaðir.  

Lestrarstuðul frá Studna

Gev gætur, at Studni veitir einans lestrarstuðul fyri skeið, ið tann lesandi tekur sum part av innskrivingini á Fróðskaparsetrinum. Tí kunnu undangóðkend skeið ella avriksflutningur av skeiðum frá øðrum hægri útbúgvingarstovnum hava við sær, at lestrarstuðulin verður ávirkaður. Lesandi hava sjálvi ábyrgd av at kanna hjá Studna, um møgulig undangóðkend skeið ella avriksflutningur av skeiðum kunnu koma til at ávirka rættin til lestrarstuðul í útbúgvingartíðarskeiðinum.