Hvat er universitetslestur?
Hvat er universitetslestur?
Hugtakið víðari lestur ella universitetslestur fevnir um fleiri sløg af útbúgvingum, sum tó eru ymiskar hvør sær. Eitt nú er lestrartíðin ymisk, bygnaðurin er ymiskur, og útbúgvingarnar eru staðsettar ymsastaðni.
Yvirskipað er víðari lestur eitt nú bachelorútbúgvingar, kandidat- og masterútbúgvingar og ph.d.-útbúgvingar. Umframt hetta eru eftirútbúgvingar, sum venda sær til vaksin, sum longu hava eina útbúgving og hava verið úti á arbeiðsmarknaðinum. Tá er talan um gjaldsútbúgvingar.
Felags fyri víðari lestur er, at ein skal hava tikið eina miðnámsútbúgving fyri at verða upptikin. Útgangsstøðið er eitt gymnasialt miðnámsskúlaprógv. Møguleiki er eisini fyri at verða upptikin á øðrum grundalag, eitt nú við viðkomandi arbeiðsroyndum, stakgreinum ella við einum prógvi, sum kann sammetast við hetta. Tá er talan um upptøku eftir kvotu 2.
Flestu útbúgvingarnar á Setrinum verða bjóðaðar út á føroyskum, men onkrar eisini á enskum. Tá er serliga talan um masterútbúgvingar.