Skriva út

Sum lesandi á Setrinum hevur tú rætt at klaga og kæra um okkurt er í tínum lestri, sum tú ikki heldur vera í lagi.

Klagur

Er okkurt í sambandi við lesturin, sum tú ert ónøgd/ur við, og sum tú metir hava havt neiliga ávirkan á tín lestur, so kanst tú klaga. Talan kann t.d. vera um undirvísing, larm, væntandi kunning, skeiv vegleiðing og líknandi. Klagur skulu sendast Lestrarskrivstovuni, sum síðani koyrir málið víðari til rætta viðkomandi at viðgera. 

Kærur

 Um tú ynskir at kæra eina avgerð, ið Setrið hevur tikið í sambandi við tín lestur, so kanst tú kæra til landsstýrismannin í Barna- og útbúgvingarmálum. Kæran skal sendast skrivliga til Lestrarskrivstovuna, sum síðani sendir kæruna víðari til Barna- og útbúgvingarmálaráðið. Áðrenn Setrið sendir kæruna víðari til ráðið, so ger Setrið eitt kæruummæli, sum tú sum kærari fært sjey dagar til at koma við viðmerkingum til. Hesar viðmerkingar verða sendar saman við málinum til ráðið.

Kærur um próvtøkur 

Ynskir tú at kæra um eina próvtøku, so kanst tú gera tað samsbært ásetingunum í kapittul 6a í Seturslógini. Les nærri um at kæra um próvtøku HER.