Skriva út

Próvtalsstigi

Á Setrinum verður 7-tals-stigin nýttur

7-talsstigin eitur so, tí hann er samansettur av sjey próvtølum. 7-talsstigin er sambæriligur við ECTS-stigan, og tí verður hann nýttur. Í 7-talsstiganum eru eingi undantakspróvtøl, eins og próvtalið 13 í gamla próvtalsstiganum.

Tú hevur ikki staðið, tá tú fært 00 ella -3.

Hvat er ECTS-stigin?

ECTS er stytting fyri European Credit Transfer and Accumulation System. Hetta er eitt evropeiskt mát fyri arbeiðsbyrðu í eini útbúgving. ECTS sigur einki um torleikastig, men bert um vavið av útbúgvingini, t.d. hvussu nógv ECTS námsstig ein heil útbúgving telur ella hvat einstøku skeiðini telja. ECTS-ásetingar sambært Bologna krevja, at gjøgnumskygni er í arbeiðsbyrðu og at læruúrtøkur er orðaðar.

ECTS-stigin gongur frá A til F. A er tað hægsta tú kanst fáa og tað sama sum 12 í 7-talsstiganum. Sambært §5 í Kunngerð um próvtalsstiga og døming, sum broytt við kunngerð nr. 124 frá 13. november 2013, stendur at lesa um prógv og skjalaváttanir, at: 
“Á prógvum og skjalaváttanum skulu øll próvtøl sambært próvtalsstiganum verða lýst við samsvarandi bókstavi frá ECTS-stiganum sbrt. fylgiskjali 1.”

7-tals stigin

 

Próvtalsmerking

 

Próvtalslýsing

13- talsstigin

ECTS-stigin

12

Lýtaleyst ella mest sum avrik

Verður givið fyri avrik, sum er lýtaleyst ella mest sum lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.

13-11

A

10

Sera gott avrik

Verður givið fyri sera gott avrik, ið við onkrum smávegis lýtum lýkur flestu málini í námsætlanini í lærugreinini.

10

B

7

Gott avrik

Verður givið fyri gott avrik, ið við nøkrum lýtum, væl lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.

9-8

C

4

Hampiligt avrik

Verður givið fyri hampiligt avrik, ið hevur fleiri grov lýti og ikki lýkur málini væl í námsætlanini í lærugreinini.

7

D

2

Toliligt avrik

Verður givið fyri toliligt avrik, ið akkurát stendur mát, og í minsta mun lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.

6

E

0

Ikki nøktandi avrik

Verður givið fyri ikki nøktandi avrik, ið ikki stendur mát og ikki lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.

5-03

FX

-3

Heilt vánaligt avrik

Verður givið fyri heilt vánaligt avrik, sum als ikki kann verða góðtikið.

Studenturin hevur staðið, tá ið hann fær 02, 4, 7, 10 ella 12.

00

F

Til at áseta ECTS-námsstig á rættan hátt, er ein vegleiðing gjørd, sum nágreiniliga vísir, á hvønn hátt ásetingar skulu gerast, og hvørji onnur krøv eru tengd at ECTS-skipanini. Eitt ECTS er mett at svara til eina arbeiðsbyrðu á umleið 25 – 30 tímar (í miðal). Ein lestrarhálva svarar til 30 ECTS og fulltíðar lestur í eitt ár telur 60 ECTS. Fyri at fáa ECTS skalt tú sum lesandi havi rokkið ásettu læruúrtøkurnar og harvið hava staðið einstøku skeiðini.

ECTS-vegleiðingina finnur tú HER.