
Skriva út
Próvtøkur
Nær eru próvtøkur?
Próvtøkurnar eru vanliga, tá eitt skeið ella ein eind eru liðug.
Próvtøkurnar liggja vanliga í desember og januar eftir heysthálvuna og í mai og juni eftir várhálvuna.
Tó kunnu frávik vera frá hesum. Eindirnar á Sjúkrarøktarfrøðideildini og Nátturuvísindadeildini eru til dømis øðrvísi bygdar upp enn lestrarhálvurnar á hinum deildunum. Les meira um hetta á síðunum um tær ymisku útbúgvingarnar, sum tú finnur undir skránni "Útbúgvingar".