Skriva út
Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
Vegleiðing í sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum
Ráðgevingin veitir føroyingum hjálp og vegleiðing í sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum. Øll kunnu venda sær til Ráðgevingina við at ringja, faxa, senda teldupost ella vitja persónliga
Ráðgevingin er ein sjálvsognarstovnur, settur á stovn 1. mai 1984. Stovnurin er fíggjaður á Løgtingsfíggjarlógini. Tveir sosialráðgevar arbeiða á stovninum ávikavist 30 og 32 tímar um vikuna.
Ráðgevingin hevur skrivstovu í Føroyahúsinum á Vesterbrogade. Ein dag um vikuna er ein ráðgevi á Sjúklingahotellinum Tórshavn.
Endamálið hjá Ráðgevingini er:
- at veita føroyingum í Danmark hjálp og vegleiðing í sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum
- at reka upplýsandi arbeiði á nevndu økjum mótvegis einstaklingum, myndugleikum og stovnum her og heima
- at virka sum millumlið millum føroyingar í Danmark og myndugleikar og stovnar her og heima innan nevndu økir.
Les meira á HER